Skyn letur væl at sethúsasøluni

Mánadagin frættist úr Fíggjarmálaráðnum, at konjukturbarometið er hækkandi, at tað eru tænastuvinnurnar, sum standa fyri vøkstrinum

– Vit merkja eina framgongd sam­an­borið við í fjør. Vit hava selt væl fleiri ognir hig­a­rtil í ár, so vit kunnu ikki ann­að enn lata væl at, sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn.
Kreppan seinastu árini hev­ur, sum vera man, havt við sær færri sethúsahandlar. Í 2007 vórðu seldar tilsamans ein­ar 300 - 350 sethúsaognir gjøgn­um meklararnar. Hend­an søl­an lækkaði heilt niður í einar 110-120 sølur í 2009. Men í fjør sá betur út, tá einar 200 húsaognir vórðu seldar gjøgnum meklararnar. Jón Sim­on­sen væntar sær nógv av hes­um árinum, tí higartil sær betur út.
Tað at bankarnir nú eru meira sinnaðir at veita lán, og at fólk sum heild eru meira bjart­skygd, hevur sjálvandi sína ávirkan.
Fólk, sum fylgja væl við húsa­søl­um, vilja vera við, at bank­ar­nar vóru sera trekir at veita sethúsalán í 2009, og at hetta hevði við sær ein fløsk­uháls, sum nú tykist loysna aftur. Hóast tíðirnar eru ringar, so eru tað altíð fólk, sum skulu seta búgv og keypa hús.