SkySports-vertir siga orsaka

Tað fall ikki í góða jørð hjá Richard Keys og Andy Gray, sum hava verið fótbóltsfrásøgumenn hjá SkySports síðani Premier League byrjaði, at ein kvinna skuldi vera linjuverji í dystinum millum Wolverhampton og Liverpool í vikuskiftinum.

 

Niðurgerandi viðmerkingarnar vóru ikki ætlaðar almenninginum, men onkur í SkySports umhvørvinum hevur tikið samrøðuna upp millum Richard Keys og Andy Gray og latið almenninginum hana. Síðani eru onnur prógv komin fram, sum vísa ósømuligan atburð hjá teimum báðum. Týsdagin hevði SkySports fingið nokk og Andy Gray fekk sekkin.

 

Tað er framvegis óvist um Richard Keys verður koyrdur, men í gjár var aftur eitt nýtt sjónvarpsbrot lagt á youtube, sum vísur Richard Keys koma við óhóskandi viðmerkingum, tá hann helt at hann var ?off air.?

 

Teir hava báðir tveir sagt orsaka alment og Richard Keys var eisini skjótur at ringja til Sian Massey og biðja um fyrigeving eftir at samrøðan gjørdist almenn. Richard Keys er fyribils leikbannaður frá SkySports.

 

Spurningurin er so um Føroyar og Svangaskarður fáa eina umbering fyri ljótu orðini í 2007?