Venjarauppsøgn
Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Frank Skytte ikki longur er venjari hjá B68. Formaðurin í B68 segði, at vánaligu úrslitini síðani summarsteðgin vóru orsøkin til uppsøgnina. Tað var fyri at fáa ein virðiligan enda upp á árið, at teir nú gjørdu av at frítaka venjaran restina av árinum. Hann ásannaði, at tá gongdin hevur verið so soltin, so eru tað ivaleyst fleiri í felagnum, sum kunnu grípa í egnan barm. Men leiðslan helt bestu loysnina vera, at venjarin fór úr starvi, soleiðis at lagið kundi gerast betri, áðrenn fótbólturin fór í vetrarfrí og síðani, at tað verður farið undir at fyrireika nýggja kappingarárið.
Men Frank Skytte, sum nú riggar av á Toftum, sigur seg ikki skilja avgerðina hjá nevndini:
- Hevði felagið sagt meg úr starvinum, tá soltna tíðarskeiðið byrjaði, og meðan tað framvegis var møguligt at venda gongdini, so hevði eg havt forstáilsi fyri tí, sjálvt um tað ongantíð er stuttligt at verða uppsagdur. Men at koma við hesum nú, tá vit hvørki kunnu røkka einum ella øðrum, tað skilji eg ikki. Mest av øllum líkist hetta eini takk fyri seinast, og um so er, so haldi eg, at man gongur í smáum skóm, sigur Frank Skytte, og sipar her helst til grein í Sosialinum fyrr í ár, har hann millum annað segði, at hann og B68 ikki hóskaðu saman.
Um sjálva uppsøgnina sigur Frank Skytte, at hon er jánkaslig, og at hann nógv heldur hevði viljað, at hann hevði fingið greið boð um hetta.
- Leiðslan kom til mín og spurdi, um vit kundu gera eina semju, sum gekk út uppá, at vit steðgaðu samstarvinum, men tað hevði eg so ongan hug til. Eg royni at gera mítt arbeiði saman við spælarunum, og eg havi so ongantíð verið tann, sum hevur runnið undan ábyrgdini. Eg hevði framvegis eitt arbeiði, sum skuldi gerast liðugt, og tað ætlaði eg mær ikki at steðga við uttan víðari. Tað haldi eg eisini, at leikararnir ætlaðu, og tað torførasta hjá mær var í øllum førum at skula siga farvæl við teir.
- Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at eg nú skal kasta við steinum og skúgva ábyrgdina yvir á onnur. Eg sigi bara, at tað eru vit øll, sum hava havt ábyrgdina. Leikarar, venjari og leiðsla eru øll felags um hetta, og har eru tað so nøkur, sum ikki hava viljað staðið við síni ábyrgd, heldur fyrrverandi B68 venjarin.
Tankavekjandi støða
Annars heldur Frank Skytte, at tað er ein tankavekjandi støða, sum føroyskur fótbóltur nú er komin í. Hann sipar til, at helmingurin av venjarunum í bestu deildini hava mist starvið hetta kappingarárið.
- Hetta er vandamikil gongd, og tað er okkurt, sum bendir á, at ambitiónirnar og veruleikin ikki altíð samsvara. Føroyska fyrsta deildin fevnir í løtuni um sjey lið, sum øll vilja verða meistarar, og trý lið, sum ikki vilja flyta niður, og tá hesi mál ikki verða rokkin, er tað venjarin, sum fær skuldina.
- Ikki tí. Eg havi altíð sagt, at venjarayrkið er heimsins besta arbeiði. Men samstundis ert tú sera einsamallur sum venjari, og sjálvandi kenni eg vandarnar í hesum. Er spælið gott, fáa leikararnir æruna, meðan venjarin fær skoluna, um tað gongur illa. Soleiðis hevur tað altíð verið. Men feløgini mugu eisini sanna, at tað má vera samsvar millum stórar ætlanir og veruleikan.
Minnini og lærdómurin
Tað kundi soleiðis verið líkt til, at Frank Skytte er ein vónbrotin maður, nú hann ger seg til at fara í vetrarfrí nakað fyrr, enn hann annars roknaði við, at hann skuldi fara av landinum. At uppsøgnin hevur rakt meint, tykist einki at vera at ivast í, men hinvegin heldur venjarin ikki, at tú bara skalt hyggja at tí negativa.
- Tað kennist sjálvandi sera svárt at fáa eina slíka uppsøgn, og fyrstu tímarnar var eg mest sum skelkaður um hetta. Nú ræður tó um at fáa hetta eitt sindur burtur. Tá ein tíð er fráliðin, so ivist eg ikki í, at eg eisini fari at hava góð minnir her av Toftum. Tí tað hevur so sanniliga eisini verið ein góð tíð hóast alt, sigur venjarin, sum eisini sigur, at hann hóast alt hevur lært eitt sindur av hesum.
- Tú lærir jú alla tíðina, og sjálvandi havi eg eisini lært nakað. Eg havi verið venjari í 24 ár, og havi ongantíð verið í hesi støðuni fyrr, so tað sigur seg sjálvt, at hetta er nýtt fyri meg. Eitt, sum eg tó heilt víst havi lært, er, at eg skal ikki aftur játta at verða venjari í einum felag, har eg ongan møguleika havi at seta mín dám á hópin. Tá eg skrivaði undir við B68, var tað longu greitt, at hetta vóru teir leikararnir, sum eg hevði at arbeiða við. Somuleiðis var greitt, hvør málsetningurin hjá leiðsluni var ? nevnliga at koma út aftur í Europa. Næstu ferð veit eg í øllum førum, at eg eisini vil hava eitt orð at siga, tá leikarahópurin skal samansetast, um kravið tá eisini er eins stórt.
Einki um framtíðina
At enda er sjálvandi nærliggjandi at spyrja Frank Skytte, um hann longu nú veit, hvar ella um hann verður venjari komandi ár, men til hetta er tað ikki so øgiliga nógv, sum venjarin hevur at viðmerkja.
- Sjálvandi havi eg prátað leysliga við nøkur feløg, men tað er so einki ítøkiligt komið úr nøkurm sum helst, og so leingi, sum eingin undirskrivað avtala fyriliggur, so haldi eg ikki, at nakað er at tosa um í so máta, sigur hann avgjørdur.
Sostatt er enn ikki greitt, hvar Skytte verður komandi ár, men tað tykist tó víst, at tað verður onkra staðni innan fótbóltin. Ella sum hann sjálvur sigur:
- Eg sigi jú framvegis, at venjarayrkið er heimsins besta. Eg havi altíð brent fyri fótbóltinum, og onkuntíð hevur hetta eisini havt ávirkan á privata yrki mítt annars, men hvar og um eg verði fótbóltsvenjari í næstu framtíð, dugi eg ikki at siga enn, sigur altso Frank Skytte at enda.