Kostnaðarstøðið
Fyri einum ári síðani sáddi formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag ein nýggjan spíra í føroyskum arbeiðsmarknaðarpolitikki.
Og nú er kanska okkurt, sum bendir á, at tað kanska eisini fer at eydnast at heysta fruktirnar.
Hans Joensen fekk ógvuliga blandaða móttøku, tá ið hann fyri einum ári síðani nevndi møguleikan at taka upp samráðingar ímillum landsstýrið, arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg um at lækka skattir og avgjøld.
Afturfyri skuldi arbeiðarafeløgini lata vera við at seta so hørð lønarkrøv, tá ið samráðingar vóru. Og enntá varð møguleikin nevndur fyri beinleiðis at lækka lønirnar.
Hetta tóku arbeiðsgevararnir undir við alt fyri eitt. Men hini arbeiðarafeløgini vóru milt sagt meiri ivingarsom.
Síðani má sigast, at tankin um beinleiðis lønarlækkin sleptur. Men eftir stendur so tankin um at lata vera við at krevja so stórar lønarhækkingar, um tað ber til at fáa eina avtalu við politikarar um at lækka skattir og avgjøld.
Samd um eitt felags átak
Hetta vóru spildurnýggir tónar í føroyskum arbeiðsmarknaðarpolitikki.
Men kanska eru vit á veg inn í eina nýggja tíð í Føroyum.
Í øllum førum hava arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar havt fund, har tey tosaðu um kostnaðarstøðið og lønarlagið í Føroyum.
Johan Páll Joensen, formaður í arbeiðsgevarafelagnum, sigur, at høvuðsevnið á fundinum kostnaðarstøðið í Føroyum.
? Samstundis eru arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir samd um, at tað almenna hevur gingið undan at trýst lønarlagið í Føroyum uppeftir. Og partarnir skilja eisini, at arbeiðafeløgini ikki vilja dragna longur afturút afturímóti teimum almennu lønunum, sigur formaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum.
? Partarnir tosaðu um ymisk viðuskifti, sum hava við kostnaðarstøðið at gera og vit tosaðu um, antin nakrir møguleikar eru fyri at fáa tað at lækka ella at avmarka framhaldandi hækkingum.
? Í hesum sambandi samdust arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir um, at tað var rætt at fara undir eitt felags átak fyri at fáa kostnaðarstøðið niður.
Men skal nakar møguleiki vera, verður tað neyðugt at fáa politiska myndugleikan uppí.
? Tað, sum serliga varð viðgjørt á fundinum, var, um tað kanska funnust ávís mál, sum arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar kundu samst um at farið til politiska myndugleikan við í felag.
Og arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir eru samdir um at fara undir arbeiðið at seta nøkur punkt upp.
Síðani skulu partarnir biðja um fund við politiska myndugleikan um hesi punktini.
Tosaðu mest um almenn avgjøld
Formaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum sigur, at tað, sum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir serliga tosaði um, var skattatrýstið og øll tey almennu avgjøldini, serliga oljuavgjald, mvg á neyðsynjarvørum o.s.fr.
Tí fer ætlaði fundurin ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir øðrumegin og landsstýrið hinumegin, mest at vera um, antin tað ber til at fáa eina greiða avtalu við landsstýrið um at lækka skattin, og nøkur av almennu avgjøldunum.
Tann djúpara meiningin við øllum er, at fæst ein slík avtala í lag, kunnu fakfeløgini afturfyri lata vera við at sett so hørð lønarkrøv, sum tey annars høvdu gjørt.
Men tað altavgerandi fyri fakfeløgini, er, at tey hava meiri eftir av lønini, tá ið skattur og avgjøld eru goldin.
Johan Páll Joensen, formaður í arbeiðsgevarafelagnum, sigur, at onki ítøkiligt kom burturúr fundinum og hann leggur dent á, at enn er hetta arbeiðið á byrjunnarstøði. Men gongdin er ógvuliga positiv, leggur hann afturat.
Og á fundinum samdust arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið kortini um, at tað var rætt at fara víðari við málinum.
Nú skulu arbeiðarafeløgini so viðgera málið víðari innanhýsis.