Tvær ferðir hesar seinastu dagarnar er sløkkiliðið á Tvøroyri boðsent at sløkkja eld-uttan at eldur var í. Fyrru ferð var um vikuskiftið, tá ið roykvarnarin í einum húsum fór at ýla. Húsfólkið varð norðanfyri, men grannin hoyrdi roykvarnaran og boðaði frá.
Alt varð sett í verk, men men tá sløkkilið var komið varð til húsini, og hvørt rúm varð kannað, var ongin eldur at finna og sløkkiliðsmenninir varnaðust heldur ongan royk.
So hvat fekk roykvarnaran at gera vart við seg, er ikki gott at vita.
Seinnu ferðina var eftir midnátt síðstu nátt, tá ið ringt varð á alarmsentralin at boða frá eldi umborð á einum trolara, ið lá við bryggju á Tvøroyri, tí tað stóð nógvur roykur upp frá trolaranum.
Aftur hesuferð varð alt sett í verk og væl mannað sløkkilið koyrdi oman á bryggjuna. Men heldur ikki hesa ferð var nakað á vási.
Tað, sum hendi var, at teir høvdu startað motorin á trolaranum, Niels Paula, og tað var tí hann reyk so illa. Manningin fortaldi sløkkiliðsmonnunum, at hann rýkur altíð illa, tá ið hann verður startaður.