Sløkkja fyri DR

Í næstum fer Canal Digital at gevast við at senda DR ókeypis. Ynskir tú ikki at gjalda 2.064 kr. fyri DR1 og DR2 um árið, so er einki at gera. Nógvir føroyingar hava longu gjørt av at gjalda fyri almennu donsku rásirnar

SJÓNVARP

Canal Digital sendi fyri kortum sínum føroysku kundum eitt bræv, har boðað varð frá, at Canal Digital ikki longur fer at senda DR1 og DR2, t.e. Danmarks Radio, ókeypis til føroyingar.
Tað er nú liðugt við hesum, og nú skulu føroyskir kundar hjá Canal Digital gjalda 2.064 kr. um árið - 172 kr. um mánaðin ? fyri at síggja DR1 og DR2 talgilt hjá Canal Digital.
Eftir røttum skuldi hetta koma at virka frá 1. oktober at rokna, men orsakað av teimum teknisku broytingunum gongur ein tíð, áðrenn skíggin verður svartur, tá TV Avisen er á skránni.
Peter F. From frá Canal Digital sigur, at teir hava merkt ein stóran áhuga úr Føroyum fyri teirra nýggja produktið - DR International. Produktið er DR1 og DR2, t.e. júst tað sama sum áðrenn, men nú skal gjaldast fyri rásirnar. Áhugin fyri DR International er størri enn teir høvdu roknað, sigur Peter From. Hann dugir ikki enn at siga, hvussu stórur áhugin er, tí skipanin er ikki komin at virka enn. Av somu orsøk er heldur ikki sløkt enn fyri DR1 og DR2 hjá Canal Digital. Peter From vil ikki siga, hvussu nógvar kundar Canal Digital hevur í Føroyum, uttan tað, at talan er um nógvar kundar í mun til fólkatalið. Greitt er, at áhugin fyri Canal Digital er sera stórur í Føroyum. Handlar, ið selja Canal Digital í Føroyum, upplýsa fyri Sosialinum, at talið mestur liggur um nøkur túsund, men tað er rættiliga torført at koma við nøkrum greiðum tali.
Peter From sigur, at teir royndu at fáa DR at minka prísin, men hetta eydnaðist ikki. Prísurin, ið føroyingar skulu gjalda, skal vera á leið tað sama sum danir gjalda í licens fyri at síggja DR.Tískil heldur Peter From, at prísurin er tað, ein kundi roknað við.
Samanlagt hevur Canal Digital 1,2 mió. kundar í Norðanlondum. Sent verður í øllum teimum skandinavisku londunum. Tað er norska Telenor, ið eigur Canal Digital. Samlaði umsetningurin liggur um 1,2 mia. um árið. Canal Digital vóru teir fyrstu, sum fóru undir at senda talgilt, t.e. digitalt, í Norðanlondum. Hetta gevur munandi betri góðsku enn analog, og harumframt fæst meira burturúr hvørjum signali sær.

Bíligt hjá SvF
Tað eru tó ikki øll, sum noyðast so langt niður í lumman fyri at síggja DR. Almennu rásirnir hjá Danmarks Radio í syðra enda av ríkinum loyva nevniliga Sjónvarp Føroya at senda alt teimum lystir av teirra sendingum.
Mikkjal Helsmdal, stjóri fyri Sjónvarp Føroya, sigur, at SvF í fjør sendi, í rundum tølum, 2.700 tímar í alt,t.e. 7,4 tímar um dagin í miðal. Av hesum vóru 65% ella 1.755 tímar sendingar frá DR. Nevnast kann, at sendingar frá TV2 eru 15% av senditíðini hjá Sjónvarpi Føroya, og føroyskar sendingar við endursendingum av hesum eru 20 % ella umleið 540 tímar.
Tað vil so siga, at fyri tínar 1.500 kr. í hyggjaragjaldi árliga fært tú, umframt føroyskar sendingar og sendingar frá TV2, 1.755 tímar við sendingum frá DR árliga.
Mikkjal Helmsdal upplýsir, at teir í roynd og veru gjalda eina fasta upphædd fyri tær sendingar, ið teir senda frá DR.
Danmarks Radio keypir rættindi til sendingar av ymsum slag, og teir gjalda tá fyri rættindini fyri alt kongaríkið. Kostnaðurin hjá Sjónvarpi Føroya fyri at senda teir 1.755 tímarnar er 300.000 kr. Hetta svarar til 1,2% av samlaðu útreiðslunum hjá SvF, og sum heild sleppur SvF við bert at gjalda tann avgreiðslukostnað, ið DR hevur av fáa sendingarnar til Føroya.
Fyri sendingar frá TV2 skal SvF gjalda 1.200 kr. fyri hvønn tíma.
?Tú kanst siga, at tað er DR, sum fyri ein sera stóran part fyllir sendiflatuna hjá okkum. Øll fíggjarlig orka fer til at framleiða føroyskar sendingar, sigur Mikkjal Helmsdal, tá spurt verður, um tað ikki er DR, sum stendur fyri fíggingini av Sjónvarpi Føroya.
Tað er eisini Sjónvarp Føroya, ið eigur rættindini til Danmarks Radio í Føroyum. Tað skulu so geva loyvi til Canal Digital, Televarpið ella onkran annan, um hesin ynskir at senda DR í Føroyum.
Higartil hevur Sjónvarp Føroya givið loyvið til hetta, heldur enn at seta seg upp ímóti.
Givið er, at hendan nýggja støðan, har føroyingar skulu gjalda 2.000 árliga fyri Danmarks Radio, ger tað eitt sindur meira forkunnugt at síggjar endurvarpaðu sendingar hjá SvF.

Við hjá Televarpinum
Tróndur Djurhuus stjóri fyri Televarpið, fyritøkan hjá Føroya Tele, ið seinni í ár ætlar at fara undir at endurvarpa útlendskar fylgissveinarásir, sigur, at teir miðja ímóti at hava DR1 og DR2 við í teirra programmpakka. í løtuni samráðast teir við Danmarks Radio um prísin.
Peter From sigur, at teir hava fingið greitt at vita frá DR, at eingin sleppur at senda DR uttanfyri Danmark fyri minni enn tað, ið Canal Digital sendir DR fyri.Við øðrum orðum vil Peter From vera við, at føroyingar skulu av við umleið 2.000 kr. árliga fyri at síggja DR.
Televarpið skal eftir ætlan byrja at senda í ár, men nær tað verður er framvegis ógreitt, tí samráðingar enn fara fram við teir ymsu veitararnar. Tróndur Djurhuus hevur áður sagt við Sosialinum, at ein partur av rásunum eru komnar undir land. Talan verður vætnandi um fleiri sokallaðar programmpakkar.