Sláturmiðstøðin flett fyrstu lombini í Haraldsundi

Jákup Jacobsen í Haraldsundi hevur keypt alla útgerðina hjá AG-Kjøti á Nesi, og longu mánakvøldið vórðu tey fyrstu 32 lombini flett á nýggja virkinum

Nýtt virki

 

- Hetta er alt komið so knappliga, og seinastu dagarnar hava vit arbeitt at kalla bæði dag og nátt fyri at verða klárir til heystfjøllini.

Tað sigur Jákup Jacobsen í Haraldsundi, sum herfyri keypti alla útgerðina hjá AG-Kjøti á Nesi.

Bróðir Jákup, Andrass Jacobsen, eigur ein hampiliga stóran bygning á havnalagnum í Haraldsundi. Hesin er 20 x 8 metrar stórur og er útleigaður til Bjarna Kass, útgerðarmann.

- Vit hava leigað okkum inn í bygningin, sum verður skildur sundur í tvey, soleiðis at Sláturmiðstøðin verður øðrumegin og Bjarni Kass hinumegin.

 

Fyrstu lombini

Seinastu dagarnar og næturnar hevur dúgliga verið arbeitt við at rigga hølini í Haraldsundi til, eins og útgerðin til flettingina er flutt av Nesi og sett upp. Rør eru løgd, nógv er málað, og bygningurin hevur eisini fingið wc og skrivstovu.

- Eg havi havt gott fólk til hjálpar í øllum, sum gjørt er hesar seinastu dagarnar, og drívmegin aftanfyri hevur verið Tróndur Petersen, ið er maðurin, sum kemur at dríva Sláturmiðstøðina fyri meg, sigur Jákup Jacobsen.

Hann leggur aftrat, at Tróndur dugir til alt, og soleiðis hevur hann verið honum ein stór hjálp í fyrireikingunum til byrjanina í Haraldsundi.

- Alberg Gaardlykke, sum seldi mær alla útgerðina, bæði til fletting og skering og pakking av neytum, hevur verið mær góður í ráðum og hevur soleiðis víst okkum á, hvussu vit best settu flettingarlinjuna upp.

Jákup sigur, at mánakvøldið kundi Sláturmiðstøðin fletta tey fyrstu lombini.

- Alberg og Jóhan Dávur, ið hava royndir við amboðunum, komu norður at leggja okkum lag á, og eg eri rættiliga ovfarin av, hvussu skjótt tað var at fletta hesar 32 seyðirnar.

Hann sigur, at AG-Kjøt, sum Alberg hevur rikið seinastu árini, fletti 2000 seyðir í fjør heyst, og nú flettingin aftur stendur fyri, miðjar hann eftir at fletta umleið helmingin av hesum á Sláturmiðstøðini.

- Eg dugi longu nú at síggja, at skulu vit fletta einar 100-150 seyðir í ein dag, skulu vit helst verða einir fimm mans.

Hann ivast onga løtu í, at tá ið fólkið, sum hann væntandi fær at fletta við sær, er komið í venjing, fer hetta at ganga heilt skjótt.

 

Stórur áhugi

- Eg havi røktað ein haga í 26 ár, og eg havi gingið á fjalli, síðan eg var smádrongur. Eg havi flett nógv á vanligan hátt, men havi ongantíð flett eftir eini slíkari skipan sum hesari. Hetta er alt spildurnýtt í mínari verð, sigur Jákup.

Hann vísir á, at áhugin í Haraldsundi og har um vegir er ógvuliga stórur fyri hesum nýggja virksemi.

- Her hevur nógv fólk verið inni á gólvinum, og áhugin og forvitni eru sum vera man stórt.

Jákup sigur, at so skjótt heystfjøllini eru gingin, og flettingin er av, fara teir undir at seta útgerðina til neytini upp.

- Alberg drap og fletti ikki neytini fyri bøndurnar. Hann skar og pakkaði. Vit ætla okkum eisini at heinta neytini hjá bøndrunum og levera teimum vøruna aftur í pakkum og eskjum, sigur hann.

Hvørki Jákup ella Tróndur eiga seyð sjálvir, men Tróndur hevur fingist nógv við at hjálpt bøndrum við seyði og neytum.

- Soleiðis stendur Tróndur ikki á berum, nú vit fara í gongd á Sláturmiðstøðini í Haraldsundi, sigur Jákup Jacobsen.