Mohammed endaði sum nummar trý, og Linda er sostatt víðari til endaliga umfarið, har hon nú skal dystast ímóti Alien Beat Club um at gerast vinnarin av X-Factor
Rómurin var øgiligur á Hvonn fyri løtu síðani, tá Linda endaði í top 2 bólkinum í finaluni í X-Factor. Við bert 2 prosentum á muni endaði Mohammed sum nummar trý, og um lítla løtu skal Linda syngja seinna sangin í finaluni og verður tað vinnara lagið ?Det Bedste til Sidst?.
Avgerðandi løtan nærkast. Hvør verður vinnarin av X-Factor 2009 verður avgjørt um bert fáar minuttir.