Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur, at Fíggjarmálaráðið slakaði nógv fyri at fáa semju um yvirmenninar, sum sigla við Strandferðsluni og hann rósar semingsmonnunum fyri gott arbeiði. Páll Hansen fegnast um, at tað eydnaðist at finna eina semju, sum hann er hampiliga væl nøgdur við.
Sum vit skrivaðu á Portalinum í gjárkvøldið, eydnaðist at finna semju um nýggjan sáttmaál fyri yvirmenninir á Strandferðsluni.
Men hann staðfestir, at tað var rættiliga langt ímillum partarnar.
Men hann heldur, at, at semingsmenninir leiktu klókt, tá ið teir sendu partarnar til hús síðsta mánadag at hugsa seg um og at hvíla seg.
- Eg haldi, at hesa vikuna lagaði nógv seg, sigur hann.
Annars heldur hann, at Fíggjarmálaráðið slakaði rættiliga nógv fyri at røkka eina semju.
- Sjálv lønarhækkingin hevur ongantíð verið ein trupulleiki. Tann stóri snávingarsteinurin vóru tær staðbundnu avtalurnar, sum eru gjørdar fyri yvirmenninar á hvørjari farleið sær. Tær avtalurnar vildu manningarfeløgini broyta so at yvirmenninir vórðu fluttir upp í hægri lønarbrøk.
- Og tað eydnaðist í ein ávísan mun, tí yvirmenninir við Teistanum, Ternuni og Sam verða nú settir í ein hægri lønarbrøk.
Annars var eisini stór ósemja ímillum partarnar um arbeiðstíðina hjá yvirmonnunum. Arbeiðstíðin er 2548 tímar um árið, men eftir nýggjum, altjóða sáttmálum, sum eisini eru staðfestir í Føroyum, skal arbeiðstíðin niður á 2400 tímar um árið.
Hetta hava manningarfeløgini kravt, uttan at tað skal kosta teimum lønarmiss, men tað hevur lønardeildin avgjørd afturvíst, tí haðani er sagt, at minkar arbeiðstíðin, skal lønin lækka, tí tey bæði skulu fylgjast.
Hendan ósemjan varð ikki loyst hesuferð, tí hetta skal takast upp, tá ið samráðingar verða aftur í heyst, tí sáttmálin, sum nú er gjørdur, fer úr gildi á midnátt 30 september.