Slakar 14.000 atkvøður koppaðu úrslitinum til 'ja til ES'

Moldova hevur vunnið "fyrsta harða slagið" um limaskap í ES, sigur Maia Sandu, forseti, eftir atkvøðugreiðsluna í gjár.

Forsetin í Moldova, Maia Sandu, hevur eftir fólkaatkvøðu sagt, at landið fer at atkvøða "ja" til at skriva landsins ES-ambitiónir inn í grundlógina". Mynd: Vadim Ghirda/Ritzau Scanpix

Við teprum meiriluta upp á beint undir 14.000 á ja-síðuni lýsir forsetin í Moldova, Maia Sandu, at landið atkvøður "ja" fyri at skriva ES-ætlanirnar hjá landinum inn í grundlógina.

Tað sigur forsetin á einum tíðindafundi, sambært Reuters, eftir at 99,64 prosent av atkvøðunum á fólkaatkvøðuni eru taldar upp.

50,46 prosent atkvøddu ja og 49,54 atkvøddu nei.

Atkvøðuprosentið er næstan 50 prosent, sambært tíðindastovuni AFP.

Moldova hevur vunnið "fyrsta torføra slagið í royndunum at gerast limur í Evropeiska Samveldinum", sigur Maia Sandu.

Forkvinnan í Evropatinginum, Roberta Metsola, heiðrar "dirvinum" hjá Moldova, sigur hon sambært AFP.

Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, sum áður var forseti í Evroparáðnum, rósti eisini Moldova fyri at vera ein "djørv tjóð", skrivar AFP.

- Hon øsir Moskva, hugtekur Evropa og bjargar landi sínum aftur - soleiðis er Maia Sandu, skrivar hann í einum uppslagi á sosialu miðlunum.

Maia Sandu leggur á tíðindafundinum aftur dent á, at ein roynd uttanífrá at keypa sær atkvøður fyri at ávirka fólkaatkvøðuna var eitt álop á landsins fullveldi og at Moldova hevur brúk fyri at gera eitt størri átak fyri at basa korruptiónini.

 

##med2##

Tað segði hon eisini seint sunnukvøldið, tá valið tyktist koppa hinvegin. Tá umleið 70 prosent av atkvøðunum vóru taldar, vóru 55 prosent ímóti.

Hon segði, at kriminellir bólkar, sum eru stuðlaðir av útlendskum valdum, høvdu roynt at keypt upp til 300.000 atkvøður.

 

/Ritzau/

 

Forsetin í Moldova, Maia Sandu, hevur eftir fólkaatkvøðu sagt, at landið fer at atkvøða "ja" til at skriva landsins ES-ambitiónir inn í grundlógina". Mynd: Vadim Ghirda/Ritzau Scanpix

Millum 13.000 og 14.000 atkvøður avgjørdu fólkaatkvøðuna um, hvørt Moldova skuldi festa ES-ambitiónirnar hjá landinum í grundlógina. - Mynd: Stringer/Reuters