Leygardagin 21. oktober verður stórt ókeypis barna- og familjutiltak á Vaglinum, har børn sleppa at síggja, hvussu seyður og neyt verða til kjøt.
- Tú ert hervið boðin við til Slaktið. Ein heilt serligur dagur, har vit bjóða børnum og familjum at síggja, at kjøtið ikki veksur í frystiboksini hjá Bónus, men faktiskt er frá veruligum djórum.
Tað siga tey, sum standa aftanfyri tiltakið, sum í næstum verður í miðbýnum í Havn. Á Slaktinum fáa børnini eina greiða fatan av lívsleiðini hjá kjøtinum - heilt frá náttúruni til tallerkin.
- Samstundis, sum fjøllini nú verða gingin, fara vit at fletta fimm seyðir og eina kúgv mitt á Vaglinum, so børn og vaksin sleppa at síggja, hvaðani kjøtið kemur.
Men, tað verður ikki bara fletting- nulsen bulsen, sum fyrireikararnir taka til.
- Vit hava eisini fingið seks frálíkar kokkar at gera 6.000 spennandi smakkiroyndir, sum tú kann royna púra ókeypis. Ja, tú sleppur eisini undan uppvaskinum. Vit orna alt fyri teg.
Lagt verður aftrat.
- Og fyri, at tað ikki skal vera lygn, so hava vit eisini heilaføði, so ikki bara búkurin, men eisini tann intellektuelli parturin verður mettur. Vit hava ikki færri enn seks spennandi fyrilestrar um alt frá reinføri og flugufisking til ostar og meksikanska matgerð við føroyskum avroðum.
Sum rosinan í sperlinum, so verður tað eisini ein festlig uppboðssøla uppá gamlan máta og kapping um føroya bestu kjøtpylsu.
- So, set ein stóran kross í kalendaran 21. oktober og fá ein ógloymandi dag við familjuni, siga fyrireikararnir av Slaktinum í miðbýnum í Havn.