Íslendingar hava ilt við at fyrigeva bretum, at táverandi bretska stjórnin brúkti tær serligu yvirgangslógirnar ímóti Íslandi, tá Icesave-netbankin fór av knóranum í 2008. Nú hálvt triðja ár seinni vísir ein meiningakanning, at 86,5 prosent av íslendska fólkinum vilja hava stjórnina í Reykjavík at draga Bretland í rættin fyri at hava brúkt yvirgangslógirnar ímóti íslendingum í november í 2008. Bara 13,5 prosent eru ímóti.
Kanningin vísir, at menn og kvinnur draga eina línu í hesum máli, og at í øllum aldursbólkum er stórur meiriluti fyri at draga Bretland í rættin.
Altingið hevur longu fingið eitt uppskot til samtyktar um sama mál. 14 tingmenn hava lagt uppskotið fram, og teir skjóta upp, at Ísland skal stevna Bretlandi fyri altjóða dómstólin í Haag, tí stjórnin hjá Gordon Brown setti íslendingar í bás við yvirgangsmonnum.