Ísland
Samtyktin í altinginum merkir, at íslendsk fiskiskip nú kunnu fiska á fjarskotnum leiðum undir fremmandum flaggi, hóast skipini eru skrásett í Íslandi.
Íslendska reiðarafelagið, LÍÚ, sum umboðar íslendsku skipini, hevur leingi roynt at fáa myndugleikarnar at samtykkja eina tílíka lóg, sum ger tað møguligt hjá íslendskum skipum at sigla undir tveimum fløggum samstundis.
Reiðararnir halda, at hetta gevur íslendskari fiskivinnu møguleikar at tjena pening á fjarskotnum leiðum.
Herfyri samtykti so altingið hesa umstríddu lóg við teprum meiriluta; 22 atkvøddu fyri og 18 ímóti.
"Piratlógin"
Fiskimenn hava rópt lógina, "piratlógina". Teir stúra fyri, at íslendsk skip fara at flagga út og verða mannaði við lágløntum fiskimonnum úr Eystur-Evropu og aðrastaðni úr heiminum.
Formaðurin í íslendska sjómannafelagnum, Sævar Gunnarsson, sum fakfelagsfólk í Føroyum kenna, heldur ikki nógv um nýggju lógina.
- Reiðaríini siga, at skipini fara at fiska við "dupultum flaggi" á leiðum og eftir fiskasløgum, sum ikki stríða ímóti íslendskum áhugamálum.
Sævar vísir til reglurnar, sum siga, at øll søgulig rættindi í fiskiskapi fella til ta flaggtjóð, sum skipið til eina og hvørja tíð er skrásett undir.
- Eitt íslendskt skip, sum fiskar undir "dupultum flaggi", eitt nú við Baltisku londini, heystar søgulig rættindi til baltisku londini.
Sævar Gunnarsson heldur, at hetta fer at stríða ímóti íslendskum áhugamálum ? í øllum førum, tá ið talan er um fiskiskap í Norðuratlantshavinum.