Tá vit vóru í sambandi við skrivstovuna hjá Fótbóltssambandinum høvdu teir ikki fingið skrivið, sum staðfestir henda veruleikan, men munnliga høvdu teir fingið at vita úr Íslandi, at teirra landslið er sinnað at spæla landsdyst í Føroyum mikudagin 18. august. Íslendingar høvdu ikki fingið avboðið frá Malta, sum sambært upplýsingum uttan úr heimi hevur avrátt at spæla móti Kroatia leygardagin 21. august, men teir tóku tað sum givið, at Malta fer at geva avboð, og so er tað, at teir eru hugaðir í at koma henda vegin.
Íslendingar hava staðið seg væl í EM undankappingini, og teir eru framvegis við í kappingini fyri at sleppa við til endaspælið, sum verður í Belgia og Hollandi komandi summar. Íslendingar skulu spæla tveir týdningarmiklar dystir 4. og 8. september, og tað er í tí sambandinum, at teir eru hugaðir í at royna seg í einum venjingardysti.
Onkuntíð áður hava grannarnir fyri vestan verið trekir í at koma henda vegin. At teir nú hava áhuga fyri hesum man eisini komast av, at úrslitini hjá føroyingunum hesar seinastu ferðirnar boða frá, at talan verður um ein veruligan venjingardyst, har íslendingar kunnu rokna við at fáa mótstøðu.
Flestu av spælarunum, sum eru á íslendska landsliðnum, spæla í útlendskum feløgum. Íslendska fótbóltssambandið, KSÍ, hevur boðað FSF frá, at teir rokna við, at allir spælararnir, sum skulu manna landsliðið fyrst í september, koma við til Føroya, og tað vil siga, at bara tveir spælarar koma úr Íslandi.
Íslendingarnar ætla sær at hava eina lítla venjingarlegu í Føroyum. Teir koma higar mánadagin, dysturin verður spældur mikukvøldið, og teir fara av aftur landinum hósmorgunin.