Hósdagin letur Ísland upp mørkini fyri øllum vitjandi, ið hava við sær prógv, sum sigur, at tey eru koppsett móti koronu.
Tað sigur íslendska heilsumálaráðið.
Heilt síðan hin 20. januar í ár hevur Ísland verið opið fyri koppsettum úr Schengen-økinum.
Men, hósdagin verður møguleikin at vitja Ísland víðkaður - líkamikið, hvørjum landi fólk koma úr.
Myndugleikarnir í Íslandi fara frá hesum degi at góðtaka koppsetingarskjal úr Schengen-londum og "gula kortið" hjá Heimsheilsustovninum, WHO.
- Øll, sum eru liðugt koppsett móti covid-19, fara at sleppa til Ísland uttan at verða kannað og uttan sóttarhald, sigur íslendska heilsumálaráðið.
Haraftrat sleppa ferðandi úr øllum heiminum til Íslands við at vísa fram eina váttan, sum sigur, at tey hava andevni móti covid-19, skrivar NTB.