Teir seinastu dystirnir í innleiðandi umfarinum í EM-kappingini í manshondbólti í Serbia vera seinnapartin og í kvøld, og tvey av teimum norðurlendsku liðunum skulu í eldin í bólki D.
Íslendingar skulu spæla ímóti slovenum, sum ongan dyst hava vunnið enn. Ísland og Slovenia møttust í einari kapping í Danmark fyrt í hesum mánaðinum, og tá vunnu íslendingar við trimum málum.
Men tað merkir ikki, at íslendingar kunnu taka sær av løttum í kvøld. Íslendski spælarin Ásgeir Örn Hallgrímsson vísir í samrøðu við Morgunblaðið á, at slovenar hava ein møguleika at sleppa í millumumfarið, um teir vinna á íslendingum. Tapa teir, fara teir til hús, so tað er einki at ivast í, at teir fara at leggja nógv fyri í kvøld, sigur Ásgeir Örn Hallgrímsson.
Dysturin hjá norðmonnum í kvøld verður uttan iva ein av teimum heilt truplu, tí mótstøðuliðið er tað krútsterka Kroatia. Kroatar hava vunnið báðar dystirnar, sum teir hava spælt higartil, men teir hava vunnið tepurt, og tí halda norðmenn seg hava ein møguleika hóast alt. Tað heldur kroatiski stjørnuspælarin Ivano Balic eisini.
-Hetta verður ein opin dystur. Allir dystirnir í hesum bólkinum hava verið javnir og opnir, sigur Balic við norska kringvarpið NRK og leggur afturat, at hann væntar kroatum eina torføra uppgávu ímóti norðmonnum.
Norðmenn eru eitt sindur betri mannaðir í dag enn seinast, tí tann 39 ára gamli Johnny Jensen er aftur við í kvøld eftir leikbann.
Dysturin millum Ísland og Slovenia verður kl. 17.10 og dysturin millum Noreg og Kroatia byrjar kl. 19.10.
Bólkur C endar eisini í kvøld. Har spæla Spania go Russland klokkan 17.15 og Frakland og Ungarn klokkan 19.15.