Ísland skal aftur í eldin

Longu nú er tað trýst á bæði svium og norðmonnum

Í dag verður farið undir annað umfar í innleiðandi bólkaspælinum í EM kappingini í hondbólti, sum síðani fríggjadagin hevur verið í Kroatia.

 

Fríggjakvøldið vann Ísland 26-24 ímóti Svøríki, og í kvøld bíðar íslendingum størsta avbjóðingin í bólkaspælinum. Mótstøðuliðið í kvøld er Kroatia, sum er vertur fyri EM endaspælinum.

Kroatia hevur verið roknað at teljast millum størstu favorittarnar at vinna kappingina. Tað kemur illa við, at spælskiparin og stjørnuspælarin Domagoj Duvnjak varð so mikið illa skaddur í fyrsta dystinum ímóti Serbia, at hann ikki verður førur fyri at spæla í kvøld og heldur ikki mikukvøldið ímóti Svøríki. Kortini rokna íslendingar við øgiligari mótstøðu.

 

Svøríki skal í kvøld spæla ímóti Serbia, sum í fyrsta umfari legði rygg til 32-22 tap ímóti Kroatia. Um sviar skulu hava møguleika at halda fram í kappingini, so er neyðugt hjá teimum at vinna í kvøld.

 

Hjá norðmonnum var tað stórt vónbrot at tapa so tepurt sum 32-31 ímóti fronsku heimsmeistarunum.

Í kvøld verður Noreg roknað at vera stórfavorittur ímóti Hvítarusslandi, sum í fyrsta umfari vann 27-26 ímóti Eysturríki.

 

Skráin í dag

Bólkur A

Serbia – Svøríki kl. 17.15

Ísland – Kroatia kl. 19.30

 

Bólkur B

Eysturríki – Frakland kl. 17.15

Noreg – Hvítarussland kl. 19.30