HM-Hondbóltur:
Ísland er flúgvandi í HM-endaspælinum hjá monnum. Undan innleiðandi dystinum ímóti Fraklandi sá ikki gott út, men eftir 8 mála sigurin á fronsku evropameistarunum hava teir veruliga fingið gongd á. Fyrsti dysturin í millumspælinum endaði eisini við tryggum sigri.
Annars var so sum so við yvirraskilsunum, tí flestu av favorittunum vunnu teirra dystir í fyrsta dystinum í millumspælinum.
Vertirnir komnir í gongd
Í millumbólki 1 er Ísland nú einasta landið, sum hevur fult stigatal. Í gjár møttu teir Tunesia, sum helst skuldi vinna dystin, fyri at hava nakran møguleika at koma víðari.
Í stórum pørtum av dystinum var eisini líkt til, at afrikanska liðið fór at snýta Ísland. Teir løgdu nevniliga hart út, og eitt skifti í fyrra hálvleiki førdu teir við 5 málum. Ísland kom tó aftur í dystin, og í steðginum vóru bert trý mál á muni millum liðini.
Hevði Tunesia havt munin í fyrra hálvleiki, so var eingin ivi í seinna hálvleiki. Her setti Ísland seg fullkomiliga á dystin. Mitt í hálvleikinum komu teir uppá javnt, og síðstu løtuna var eingin ivi. Íslendingar øktu bara meir og meir um leiðsluna, og at enda vunnu teir ein tryggan 6 mála sigur, sum ger, at teir nú eru einsamallir á odda í millumbólki 1.
Týskland er eitt av liðunum, sum ikki veruliga fekk gongd á í innleiðandi bólkinum, har teir m.a. taptu fyri Póllandi. Í fyrsta dystinum í millumspælinum kom tó gongd á. Týskland spældi ótrúliga væl í hesum dystinum. Verjan var góð, álopið var fjøllbroytt, og slovenar høvdu snøgt sagt ongan møguleika at vinna dystin. Tíðliga í fyrra hálvleiki vann Týskland seg fram um, og leiðsluna megnaðu teir at halda allan vegin. Týskland vann dystin 35-29.
Frakland fekk eisini gongd á sítt spæl eftir óvæntaða ósigurin fyri Íslandi í innleiðandi bólkinum. Frakland møtti Póllandi, og sjálvt um Pólland førdi í hálvleikinum, so var ongantíð nakar ivi um, at Frakland var betra liðið. Teir vunnu eisini ein tryggan 9 mála sigur.
Danmark aftur ov stuttir
Hjá Danmark hevur ikki gingið heilt eftir vild í HM-endaspælinum. Teir komu tó víðari til millumspælið, men í fyrsta dystinum gjørdust teir enn einaferð ov stuttir. Teir møttu olympisku meistarunum úr Kroatia, og kroatar vunnu dystin við tveimum málum.
Danmark legði hart út og førdi trygt fyrstu løtuna. Við stórspæli frá spælskiparanum, Ivano Balic, kom Kroatia tó aftur í dystin, og tá liðini fóru til hálvleiks, førdi Kroatia við trimum málum.
Í seinna hálvleiki kom Danmark tó aftur, og so fylgdust liðini at kalla allan vegin. Móti endanum hevði Danmark møguleika at javna beint fyri tíð, men málverjin bjargaði skotinum frá Lasse Boesen, og so vann Kroatia í staðin við tveimum málum.
Heimsmeistararnir úr Spania hildu eisini fast um góðu gongdina. Í fyrsta dystinum í millumspælinum møttu teir Russlandi, og her var sum so eingin ivi um úrslitið. Spania legði seg á odda tíðliga í dystinum, og leiðsluna hildu teir allan vegin. Russland var nær við onkuntíð, men hvørja ferð fór Spania frá aftur, og at enda vunnu teir einuppbornan 4 mála sigur.
Í síðsta dystinum í hesum bólkinum vann Ungarn á Kekkia. Ungarn fekk eina flúgvandi byrjan, og førdi mest sum alt fyri eitt við 10 málum. So raknað Kekkia við, og spakuliga ótu teir av leiðsluni hjá Ungarn. Kekkarnir høvdu tó mist ov nógv í byrjanini av dystinum, at teir megnaðu ikki at koma aftur, og at enda vann Ungarn dystin við trimum málum.
Sostatt hava bæði Spania, Kroatia og Ungar fult stigatal í bólkinum, meðan hini trý enn eru uttan stig.