Ísland tapti móti Kroatia

Hóast eitt gott íslendskt avrik, rakk tað ikki til stig móti kroatisku favorittunum

Ísland - Kroatia 27-31 (14-16)

Ísland er komið til HM uttan tær báðar stjørnurnar úr Rhein-Neckar Löwen, Gudjón Valur Sigurðsson og Alexander Petterson, og hetta ger at íslendska liði ikki er so høgt í metum og tað onkuntíð hevur verið.

 

Í dag var eisini ein sera torfør uppgáva á skránni, tá ið eitt sterkt kroatiskt lið, ið ætlar sær at spæla um heiðursmerki, bjóðaði av.

Ísland hevur tó framvegis eina heimsstjørnu á liðnum, og Aron Pálmarsson úr FC Barcelona vísti stóra styrki í fyrra hálvleiki. Hann bæði skeyt fleiri flott mál, meðan hann eisini eydnaðist við at spæla upp til millum annað Elvar Örn Jónsson, ið vísti góða skotstyrki av vinstra bakki.

 

Fimm minuttir fyri hálvleik var støðan 14-11 til Íslands, men so steðgaði upp hjá íslendingum. Ov nógv skot vóru brend, og hesum revsaði Kroatia eirindaleyst og kundi fara til hálvleiks á odda 16-14.

Kroatiska liði tykist eisini sera sterkt til hesa kappingina, har serliga teir báðir spælskipararnir, Domagoj Duvnjak og Luka Cindric vístu at teir teljast eisini millum teir frægastu í heiminum.

 

Undir leiðslu av Aroni Pálmarssyni í álopinum og Ágústi Eli Björgvinssyni í málinum, eydnaðist tað íslendingum at spæla seg inn aftur í dystin, og miðskeiðis í seinna hálvleiki var Ísland á odda við tveimum málum.

 

Dysturin javnaði seg aftur, og tá ið sjey minuttir vóru eftir reið um snarið, og tað bar ikki til at siga hvønn veg dysturin koppaði. Eins og í fyrra hálvleiki eydnaðist tað aftur kroatum at revsa mistøk frá íslendingunum við skjótálopum. Tí kom Kroatia á odda við trimum tá ið einir fýra minuttir vóru eftir.

 

Hetta var avgerðin og dysturin endaði 27-31 til Kroatia í einum annars jøvnum og spennandi dysti.

 

Tey tvey seinastu Norðurlondini byrja sítt HM í kvøld klokkan 19.30

Tá hittir Svøriki Egyptaland, meðan Noreg skal royna seg móti Tunesia