Samráðingarnar um at skipa nýggja stjórn í Íslandi ganga væl Umboð fyri Samfylkingina og Vinstri Grønir samráddust allan gjár um at skipa minnilutastjórn við Framsóknarflokkinum sum stuðulsflokki, og sambært fjølmiðlunum ganga samráðingarnar væl.
Jóhanna Sigurðardóttir, sum eftir øllum at døma verður forsætisráðharri, segði í gjárkvøldið, at tann nýggja stjórnin verður væntandi klár í morgin ella leygardagin.
Í gjárkvøldið samráddust flokkarnir í bólkum um ymisk mál, og samráðingarnar halda fram fyrrapartin.