Tað gekk ikki, tá ið føroysku telvararnir í talvolympiaduni í Baku í Aserbadjan seinnapartin stríddust ímóti favorittunum úr Íslandi. Íslendingar vunnu 3 ½ - ½ og harvið rættiliga rudduligan sigur.
Tølini siga, og eingin ivi er um tað, at Helgi Dam Ziska er besti føroyski telvarin. Hann hevur í øllum fýra umførunum í Baku sitið á fyrsta borði, og hann hevur vunnið úrtøku burtur úr øllum talvunum. Í dag telvaði Helgi ímóti stórmeistaranum Hannes Stefansson, og tað endaði remis.
John Rødgaard legði tíðliga kongin. Jóan Hendrik Andreasen og Sjúrður Thorsteinsson stríddust væl, og tað sá leingi út til, at tað skuldi eydnast at vinna úrtøku, men vístu íslendingarnir seg at vera ov boysnir.