Íslandsferðin

- konsertferð Fuglafjarðar Hornorkesturs 1. - 10. juli ?98

Avstaðferðin

Í góðum veðri savnaðust vit vónrík og glað, nú íslandsferðin stóð fyri durðum.

Hópurin rættiliga stórur - umframt okkum 20, sum spældu, vóru 12 onnur við á ferðini. Viðførisrúgvurnar stórar og saman við ljóðførunum okkara tóktist tað fyri onkrum vónleys uppgáva at fylla í bussin, sum koma skuldi vestan úr Vágum.

Guli bussurin kom í túnið, á siðuna var Giljanes sett. Fryntligi busstjórin Niels Olgar skipaði fyri og mín sann slapp alt við - hvørt eitt nikk og prikk! - jú, góður lastamaður er!

Havnarferðin gekk væl, farið varð umborð á Norrønu um 5-tíðina og tíma seinni sigldu vit. Umborð var rúmligt eini 3-400 ferðafólk. Umframt okkum føroyingar og íslendingar vóru rættiliga nógv týsk ferðafólk

Veðrið sum áður nevnt gott og havið slætt - sum á gólvinum.


Móttøkan góð

Seyðisfjørður er rættiliga drúgvur. Fyri okkum vísti seg at vera drúgv sigling frá fjarðarmunnanum og til atløgubryggjuna.

Tollarnir vóru blíðsnýðaðir: »Feyringar ja, ja, velkomin til Islands!«

Aftan tollavgreiðsluna stóð Egill Jónsson saman við konu síni Laugu og tey fagnaðu okkum væl. Egill hevði skipað ferðina og hevði sent okkum kort og yvirlit yvir hvagar vit kundu fara.

Vit skuldu búgva í Neskaupstaði .Rættiliga drúgvt er at koyra hóast tú við fyrsta eygnabrá heldur leiðina vera ódrúgva.

Leiðin liggur fyrst inn í landið, fram við Egilstøðum, gjøgnum Reyðafjørð, Eskifjørð, upp um Oddskarð, sum er hægsta skarð har koyrandi er og síðan niður í Norðfjørðin - Neskaupstað. Bústaður okkara hesar dagar var í ungdómshúsinum Atom, har var bæði reint og ruddiligt.

Seinnapartin vandu vit. Um kvøldið vóru vit boðin til døgverða, Lurðasveit Neskaupstaðar var vertur. harmonikulið er har í býnum, teir spældu fyri okkum.

Tónleikaliga eru teir væl fyri og tað ljóðaði stak væl.


Neskaupstaður

Neskaupstaður er á stødd sum Fuglafjørður, heldur fleiri íbúgvar o.u. 1600. Har á staðnum er uttandurðahylur og flestu okkara svumu í morgun.

Umframt sjálvan hylin, sum er 29 stig heitur, eru tveir gosbrunnar, sum eru væl heitari.

Um middagsleitið fóru vit ferð um býin við bussinum. Jóhann, sum er arbeiðsformaður hjá kommununi, greiddi frá. Hann hevði sum ungur maður búð eitt ár í Føroyum og dugdi rættiliga væl føroyskt.

Her kundi verið skoytt uppí, at væl gekk at samskifta við tilkomna fólkið. Við teimum yngru var øðrvísi - høvdu bestan hugin at royna enskt. Soleiðis var yvirhøvur har vit komu.

Teir hava rættiliga nógv, norðfirðingar. Vit kunnu nevna, at har er sjúkrahús, tekniskur skúli, maskinskúli og aðrir framhaldskúlar.

Neskaupstaður er høvuðsplássið har í økinum. Nú er skipað stórkomuna og umframt Neskaupstað eru Eskifjørður og Reyðifjørður við.

Skemtiliga kalla teir tað Eysturríki, og borgarstjórin er vorðin kanslari. Henda dagin var frálíkt veður og vit høvdu uttandurðakonsert.

Vit vóru í svørtum blusum, sum Føroya Bjór hevði latið okkum. Heimsmeistarafótbóltur rungaði úr sjónvørpum, men kortini hevði fitt av fólki leitað sær út henda góðveðursdag.


Hugtakandi útferðin

Vóru árla á fótum, tí henda morgun skuldu vit til Akureyrar. Leiðin er long og vit koyrdu um 8-tíðina.

Av Egilstøðum lá leiðin inn í landið. Náttúran er ógvuliga fjølbroytt alt frá gróðramiklum slættlendi, skógi til reyn, sand og oyðimørk.

Steðgað varð á við Dettifoss - hetta er stórsligin sjón! Vatnmongdin erøgilig - 193 tons um sekundið! Dettifossur er stórsti fossur í Europa.

Ein biti varð etin og síðan lá leiðin til Húsavíkar. Vit góvu okkum góðar stundir og komu ikki til Akureyrar fyrr enn um 7-tíðina. Hetta er sera vakur býur og reint er eisini allastaðir. Fólkatalið er um 15000 -næststórsti býur Íslands.

Sunnumorgun og spælast skuldi í Akureyrar kirkju. Høvdu góðar stundir og fleiri okkara fóru í svimjihøllina, sum var stutt haðani, vit búðu.

Vit komu í prát við eldri mann, hann var ættaður úr Kollafirði, men hevði búð stóran part av lívi sínum á Akureyri.

Ì kirkjuni skuldu vit spæla forspæl (preludium), og spælt varð »Eg skar mítt navn«. Eftirspælingin (postludium) var »Mítt føðiland«. Løgini bæði hevði kendi skotski tónasmiðurin og orkesturleiðarin Allan Fernie lagt til rættis.

Ìslendskt kór sang gamla føroyska sálmalagið »Harra Guð títt dýra navn og æra«. Hetta var avbera gott kór, og ljóðviðurskiftini vóru av teimum allarbestu. Vit kendu okkum at vera vælkomin - jú allastaðir kendu vit fløva og hjartaliga móttøku.

Væl av fólki var á torginum í miðbýnum, har spældu vit kl. 3. Um summarið eru nógv ferðafólk har í býnum. Konsertin vardi o.u. 1 tíma.

Ein eldri maður ættaður av Toftum, Òli Sámalsson nevndur, heilsaði okkum. Hann hevði búð á Akureyri í meira enn 50 ár.

Stundir vóru at síggja okkum um, áðrenn farið varð inn á matstovu, har orkestrið beyð spælarum, vinum og kenningum ein heitan bita.

Nú fóru vit undir drúgvu men hugtakandi heimferðina til Neskaupstað.

Stutt uttan fyri býin steðgaðu vit á, har var hin sokallaði Jólagarðurin. Har fekst alskyns skart og skreyt til jólaprýðis og opið er alt árið.

Seinni um kvøldið varð steðgað á við Dimmuborg, sum er eitt gamalt gos. Har var sera sjáldsamt at ganga. Gingið varð eftir sandrásum millum runnar, trø og ógvusligar stórar klettar. Hesir klettar, átøkir fjøllum, høvdu ógvuliga ymiskt skap - hugtakandi trølsligir. Onkur helt fyri, at var nakað eftir av tí forneska í Ì slandi, var hetta rætta staðið - men einki sást ella hoyrdist.

Leiðin lá nú fram við Mývatn, sum er tiltikið fyri vakurleika sín. Næsti steðgur var við Reykjahlið, sum er stutt frá Kraflu. Í tí økinum er nógvur hiti og svávulrokurin er ramur. Ùr jørðini sást at lív var í - prutlan og bløðran .


Ógloymandi heimferð

Heimferðina til Neskaupstaðar gloyma vit ikki.

Har var sera sera hugtakandi - ja torført at finna og seta røttu nøktandi orðini á.

Skiftandi er náttúran alt frá skógi til oyðimørk, eldur og ísur. Drúgvt var at koyra, einar 10 tímar, so vit fingu bæði sólsetur og sólarrennig á ferðini.


Páskahellið, SVF

og Fiskavirkið

Flestu okkara svóvu fram á morgun og síðani at svimja. Svimjingin er ikki tíðaravmarkað, og fyri eitt atgongumerki kanst tú svimja 10 tímar, hevur tú hug til tess.

Veðrið í tí góða lagnum, klárviðrað og sól. Seinnapartin um 5- tíðina fóru vit gonguferð út um Neskaupstað.

Har er stórt øki, sum er friðað frá fjals til fjøru. Vit fóru niður í Páskahellið, teir kalla. Har er søgn meinlík okkara úr Mikladali. Munurin er, at íslendski kópurin smoygdi sær úr haminum páskadag okkara á trettandu.

Um kvøldið hugnaðu vit okkum. Tey ungu vóru boðin út til SVF-húsið. Hetta er hús, sum Meginbjargingarfelagið eigur. Inni har stóðu fleiri bjargingar/leitingarbilar. Tú beitst merki í, at hjólini og dekkini vóru óvanliga stór og breið - alneyðugt í vetrararstrevi teirra.

Tað tóktist fyri okkum, at teimum ungu dámdu væl at royna fjallaklintring upp og niður eftir høgum veggi, men ymiskt var við dirvinum.

Hava í morgun verið og sæð nýtt, nýmótans virki her í býnum.

Hetta er silda, loðnu og feskfiskahús, sum Sildavinnslan eigur. Alt er í arbeiðshædd og nýggja tøknin lættir kropsliga almikið um arbeiðsdagin.

Frystiorkan er stór. Virkið er frá grundini bygt til endamálið. Dýrt er, men effektiviteturin í hásæti, so tað ber teimum til at fáa tað undan fíggjarliga. Her er einki pjøss, einki lapparí.

Stórsti parturin fer á japanska marknaðin, men eisini eystureuropisku londini keypa.


Egilstaðir

Seinnapartin sum ásett fóru vit til Egilstaðir. Hetta er í mun til Akureyrarleiðina stutt farleið um 1 tími.

Hevði regnað nakað á ferðini, men komin til Atlavikar og Hallormsskóg sleit í. Har er stórsta skógarlendi landsins.

Ein øðrvísi mynd birtist fyri eygum, og í mun til eldin og ísin, ein grøn og spøk náttúra - hugtakandi brot úr heildini.

Á Egilstøðum vóru mong ferðafólk. Vit riggaðu til spæling uttan fyri eina handilssamtøku.

Reiðiliga farin í gongd oysti niður, men ein eldri blídligur maður beyð okkum innar at spæla, og tað kom sera væl við. Inni í stóra handilshúsinum var heilt fitt av fólki og hugaligt var at spæla.

Afturkomin og biti fingin niðurum, fóru nøkur okkara at vitja fólk og onkur fór at royna seg á hestbaki.


Seinasta framførslan

Seinasti dagur okkara í Neskaupstaði. Tíðin, sum so mangan, ódrúgv.

Forvitnisligt savn er har, og hagar fóru vit. Savnið varð latið býnum av trimum syskjum. Húsini høvdu verið barnaheim teirra. Umframt stóra grótsavnið var eisini hópur av íslendskum djórum, fuglum og fiskum.

Norðfirðingar hava prýðiligt, rúmligt felagshús, teir nevna Egilsbúð.

Um kvøldið fóru vit hagar at eta og býráðið var vertur. Móttøkan sum allastaðni sera góð og maturin fyrsta flokks.

Kommunala umboðið skilti væl føroyskt, hevði verið í Føroyum. Sandavágur er vinarbýur teirra norðfirðinga. Eftir fornum føroyskum siði kvóðu vit frá borði - Niels á Høvdanum skipaði Flóðan Bænadiktsson.

Egilsbúð er, sum nevnt, samkomuhús og har skuldi eisini meginkonsert okkara vera. Hølið er væl egnað til tónleik og sang - ljóðviðurskiftini sera góð.

Rættiliga væl av fólki lýddi á framførsluna hetta frálíka kvøld og lagið sera gott á øllum. Eftir konsertina, sum vit fingu festa á band, varð sagt farvæl og takkað fyri góðar løtur.

Egill Jónsson beyð okkum øllum heim til sín til rokað kaffiborð.

Hesin maður hevði arbeitt dúliga fyri okkum og hevur mikið rós uppiborið. Hann er tónleikaraleiðari í økinum og er eisini musikstjóri fyri Luðrasveit Neskaupstaðar. Umframt hetta er hann kórleiðari og oddamaður fyri Harmonikuliðnum. Hesin hópur kemur til Føroya fyrst í septembur.


Heimferðadagurin

Í morgun er frískur, kaldligur vindur og komin upp í hæddir, sóu vit nýlagstan kava. Onkusstaðni var eisini krapi á vegnum. Illa regnaði í Seyðisfirði, men vit vóru undir taki og høvdu onga neyð. Regnælið tók tó einki av ferðini, tí tær góðu løturnar høvdu verið so mangar.

Ísland er stórbært ferðamannaland og her finst mangt onnur lond ikki hava - jøklar, gos, skóg og oyðimørk, fjøll og fløtur. Náttúran, sum mangan var bondsk og torvunnin og stríðið fyri tilveruni hava merkt og merkir tjóðina.


Soleiðis mennist tann tjóðin, ið sær og ikki søguna gloymir.

Tíman, íð er, eins og tíman, ið var, væl hon í huganum goymir.

Meðan hon laðar upp verjandi garð, stórt hon droymir.

(Hans Andreas Djurhuus)


Skal til endans felagsins vegna takka tykkum mongu, sum hjálptu og stuðlaðu okkum so væl.

Takk fyri gott ferðalag.

Hjartans tøkk til grannar okkara fyri vestan.