Íslandsflúgvingin

   

Á farleiðini millum Føroyar og Ísland fara samstarvsfelagarnir Air Iceland og Atlantic Airways at økja um útboðið av ferðatil-boðum. Í fyrsta umfari verður flúgvingin umskipað í vetur, so BAe-146 flogførini hjá Atlantic Airways verða brúkt til flúgvingarnar, bæði fríggjadag og mánadag. Tá verður pláss fyri eins nógvum fólkum á fráferðurm fríggjadag og heimferðum mánadag.
Feløgini hava umhugsað at økja túratalið til tríggjar ferðir um vikuna, men enn tykist grundarlag ikki verða fyri hesum um veturin, men veksur undirtøkan fyri flúgvingini til várs er hugsandi, at eitt Fokker 50 flogfar hjá Air Iceland flýgur eina fráferð mitt í viku til várs.
Samstarvið millum feløgini um flúgving millum Reykjavík og Narsarsuaq í Grønlandi heldur fram komandi summar. Flogið verður tvær reisur um vikuna - týsdag og fríggjadag - frá miðjan juni til fyrst í september.
Air Iceland og Atlantic Airways arbeiða í løtuna við at endurskoða prísirnar fyri ferðing millum londini og rokna við at kunngera nýggjar prísir seinni í mánaðinum, sum vónandi fara at fáa fleiri fólk at ferðast millum Føroyar og Ísland.