Fiskivinna
Línuskipini hava gjørt tað gott undir Íslandi í ár. Væl av fiski hevur verið at fingið, og sølurnar hava verið rímiliga góðar. Fitt av toski og hýsu er uppi í veiðini, og tá ið prísirnir á hesum fiskasløgum eru rímiliga góðir í løtuni, hava íslandstúrarnir havt stóran týdning hjá línuflotanum, nú minni hevur verið at fingið undir Føroyum.
Polarstjørnan, sum Guttormur og Per Simonsen eiga, er nú so gott sum liðug við sína kvotu undir Íslandi.
- Vit hava gjørt tveir túrar har yvir. Fyrra túrin høvdu vit 192.000 pund, og nú skipið aftur er á Klaksvík, er veiðan umleið hin sama, eini 180.000-190.000 pund, sigur Guttormur.
12 setur
Polarstjørnan landaði av seinna túrinum í Klaksvík mánadagin.
Skipari á fyrra íslandstúrinum var Guttormur sjálvur, og hendan túrin hevur sonur Guttorm, 28 ára gamli Jóhan Simonsen, verið skipari.
Teir høvdu 12 setur hvønn túrin.
Umframt Polarstjørnuna, sum Guttormur og Per keyptu fyri stívliga 10 árum síðan, eiga teir eisini línuskipið, Helenu, fyrrverandi Fuglfirðing, sum teir keyptu í mai/ juni mánaða síðsta ár. Helena er eisini undir Íslandi, og sambært Guttormi gongur eisini hampiliga væl hjá teimum har yviri.
Helena er styttri enn Polarstjørnan, men hon er nakað breiðari. Skipið lastar eini 170.000 pund av ísfiski.
Stóran týdning
Guttormur sigur, at íslandskvotan hevur stóran týdning fyri línuskipini ? ikki minst, nú línufiskiskapurin undir Føroyum er vorðin meira "normalur" aftur, sum hann tekur til.
Í summar og í heyst hevur lítil og eingin toskur verið at fingið undir Føroyum, og tí kemur íslandskvotan væl við.
- Polarstjørnan hevur loyvi at fiska 217 tons undir Íslandi, harav í mest lagi 25% kann vera toskur.
Hann sigur, at veiðan hjá Polarstjørnuni hesar báðar túrarnar hevur verið brosma, longa, toskur og hýsa.
- Tann fyrra túrin seldu vit fyri góðar 9 krónur í miðal fyri kilo, men nú prísurin á toski og hýsu er batnaður, vænta vit, at miðalprísurin hendan túrin verður nakað hægri, sigur Guttormur.
Óvanligt ár
Guttormur Simonsen sigur, at hann ongantíð áður hevur upplivað slíkan fiskiskap undir Føroyum sum seinasta ár.
- Hetta var eitt óvanligt ár, bæði til fiskiskap og fiskaprísir.
Hann sigur at enda, at í fjør var líkamikið, hvør árstíðin var.
- Toskur var at fáa allar tíðir av árinum, men soleiðis er ikki í ár. Tí koma hesir báðir túrarnir undir Íslandi sera væl við hjá okkum.