Sleit tingfundin tí tingfólk eru so ófriðarlig

Tað bar ikki til at halda fram við tingfundinum, tí tinglimir vóru so ófriðarligir - og hildu seg ikki til málið, sum er til umrøðu

Tingfólk eru so ófriðarlig í tingsalinum, at løgtingsformaðurin heldur, at tað ber ikki til at halda tingfund undir hesum umstøðunum.

 

Hann ávaraði løgtingsfólk í morgun og segði samstundis, at hetta var tann seinasta ávaringin. Tað var tí, at løgtingslimur høvdu ringt við at halda seg til málið, sum var til viðgerar, samstundis sum at tey sótu og svaraðu til alla tíðina úr tingsalinum, tá ið onkur hevði orðið.

 

Tað hevur ikki hjálpt, heldur er støðan versnað, og hesa seinastu løtuna hevur tað mestsum verið sum í tinginum í Bretlandi, har tingfólk alla tíðina svara til. Í hesum sambandi hava tinglimir í tingsalinum, bæði hart og týðiliga, svarað til og rættleitt tey, sum halda røðu.

 

Og fyri eini løtu síðani fleyt bikarið hjá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni, yvir, og hann gjørdi rætt og slætt av at slíta tingfundin fundin í eitt korter – og tað man neyvan vera hent áður, at løgtingsfundur er slitin tí at løgtingsfólk ikki klára at bera seg at, sum tey eiga.

 

So kunnu tingfólk brúka hetta korterið til at hugsa seg um, antin tey vilja viðgera tey mál, sum eru til viðgerar, og um, hvønn atburð, tey ætla at hava í tingsalinum, segði hann, tá ið hann sleit fundin