Íslendingar brúka Føroyar sum fyrimynd

Umboð fyri íslendskar orkumyndugleikar væl nøgd við kunning um føroyska oljutilgongd

Orkumál
Jan Müller
jan@sosialurin.fo


Herfyri vóru fimm umboð fyri íslendskar orkumyndugleikar í Føroyum fyri at kunna seg um føroysku oljutilgongdina her serstakliga um, hvussu vit hava skipað loyvisumførini, og hvussu vit annars hava skipað okkum á teimum ymsu umráðunum, sum hava tilknýti til oljuleiting.

Í hesum sambandi varð seminar hildið fyri íslendsku gestunum, har umboð fyri nógvar ymsar tættir innan vinnu og almennar stovnar hildu fyrilestur. -Hetta var eitt sera væleydnað tiltak og vórðu íslendingar einki minni enn ovfarnir av, hvussu væl tað hevur verið skipað fyri í allari okkara oljutilgongd sigur Súsanna Sørensen, tíðindastjóri hjá Jarðfeingi (fyrr Oljufyrisitingini, blaðm.) Hon sigur, at íslendingarnir, sum sjálvir eru í ferð við at fyrieika fyrstu leitirunduna, róstu teimum mongu fólkunum, sum hava lagt lunnar undir føroysku oljutilgongdini tað veri seg í lógarsmíði og øðrum tættum í tilgongdini.

Súsanna Sørensen leggur aftrat, at eisini tey og umboð fyri ymsar føroyskar myndugleikar fingu nógv burtur úr teimum báðum døgunum tey vóru saman. -Vit fingu eitt sera gott og neyvt innlit í íslendska orkulóggávu og annars orkustøðu og orkutilgongd í íslendska samfelagnum sum heild. Herímillum liberaliseringini, sum er farin fram har. Henda vitan hevur nógv at siga fyri okkum, sum eru í ferð við at gera eitt nú eina elveitingarlóggávu. Súsanna Sørensen sigur, at íslendska vitjanin hevur verið bæði íslendingum og okkum sjálvum til stórt gagn.