Íslendingar og norðmenn stríðast aftur um fiskirættindi

Íslendsk skip ætla sær at fiska sild í verndarøkinum við Svalbard. Gera tey tað, verða tey tikin, siga norðmenn. Men íslendingar slaka ikki.

Íslendingar og norðmenn eru aftur ósamdir um fiskirættindi. Hesaferð snýr tað um rættindini hjá íslendskum skipum at fiska sild í verndarøkinum við Svalbard.

Londini hava tingast um ein sáttmála um sildina, men uttan úrslit. Íslendingar hava gjørt greitt, at teir fara at lata síni skip fiska sild í verndarøkinum við Svalbard, sjálvt um eingin sáttmáli er.

Men tað fara norðmenn ikki at góðtaka. Stjórin í reiðarafelagnum, Audun Maråk, sigur við norska útvarpið, at koma norsk sildaskip inn í verndarøkið, kann tað ikki bera annað í sær, enn at tey verða tikin.

Í íslendska reiðarafelagnum er støðan ein onnur, tí har siga tey seg vera sannførd um, at Svalbardsáttmálin gevur íslendingum rætt til at fiska í verndarøkinum. Stjórnin í Reykjavík er samd við reiðarafelagnum, og Dávid Oddsson, forsætisráðharri, sigur við norska útvarpið, at sleppa íslendsku skipini ikki at fiska sild í verndarøkinum, fer Ísland at leggja málið fyri altjóða dómstólin í Haag.

Hesum hava norðmenn roynt at sloppið undan fyrr, tí ein viðgerð í altjóða dómstólinum kann enda við, at Noreg missir ræðið á fiskastovnunum kring Svalbard, sigur norska útvarpið. Men í reiðarafelagnum mæla tey stjórnini frá at slaka.

-Íslendingar hava altíð nýtt hóttanir fyri at fáa sum mest burturúr. Tað gjørdu teir eisini fyri at sleppa at fiska tosk í Barentshavinum á sinni, men nú er tíðin komin, til at Noreg sigur nei, sigur Audun Maråk.