Íslendskir strúkarar á vitjan

Tórshavnar Musikkskúli og Klaksvíkar Tónlistarskúli fáa um vikuskiftið forvitnisliga vitjan, tá 21 ung fólk úr Tónlistarskúlanum í Kópavági vitja Føroyar.


Talan er um eitt strúkaraorkestur, og fara tey at framføra tvær konsertir á teirra Føroyaferð.


Fyrra konsertin verður í Vesturkirkjuni í Havn leygarmorgunin klokkan 11.30. Á hesi konsertini fara næmingar úr Musikkskúlanum at framføra saman við íslendsku strúkarunum.


Seinna konsertin verður í Christiankirkjuni í Klaksvík sunnudagin klokkan 16.


Ókeypis atgongd er til báðar konsertirnar.