Íslendskt dóttirfelag í Kina

Íslendska framleiðslu-og sølufelagið, Icelandic Group, hevur stovnað eitt dóttirfelag í kinverska býnum, Qingdao.

Fiskivinna

Málið hjá íslendska felagnum er at innflyta rávørur og útflyta lidnar vørur, samstundis sum dóttirfelagið eisini fer at leita eftir samstarvshugaðum framleiðarum í Kina.
Íslendska felagið fer eisini at byggja víðari á tað samstarv, sum longu er millum íslendingar og kinverskar framleiðarar.
Í seinastuni hevur ljóðað, at eitt nú norðmenn senda fisk til Kina at framleiða. Fiskurin verður síðan seldur aftur á evropeiska marknaðinum við góðum vinningi og í kapping við annan fisk, tí arbeiðsorkan í Kina er so bílig.

Bílig framleiðsla

Í samrøðu við Sosialin fyrr í ár, segði Sonny Johannesen, skipari á Ennibergi, at norsk reiðaríir, sum fiska eystanfyri, eisini senda heilan fisk til virkingar í Kina og selja hann aftur í kapping við eitt nú tann fiskin, sum føroysku flakatrolararnir veiða og framleiða.
Hugsandi er, at íslendska felagið, Icelandic Group, eisini hevur fingið eyguni upp fyri hesum møguleika í Kina.
Sosialurin hevur frætt frá álítandi keldu, at føroyingar eru ikki heilt ókendir við bíligu arbeiðsorkuna eystanfyri, tí onkur roynd er áður gjørd at senda eitt nú kongafisk til Kina at framleiða.
Vit hava eisini frætt, at tað var júst reiðarin á Ennibergi, Mortan Johannesen, sum stóð fyri hesi royndini.