Íslendskt milliardprojekt av bakkastokki í Føroyum

Hóast Føroyar ikki er sjálvstøðugt ST-limaland, so snýr fyrsta bókin í stórfingnari bókarøð um øll ST-londini seg júst um Føroyar. Tí syrgir íslendski føroyarvinurin Ólafur Gränz fyri. Stjórin fyri íslendsku fyritøkuna Carol Nord var í Føroyum 14 dagar miðskeiðis í september, tá síðsta hond varð løgd á serligu bókina um Føroyar, ið er partur av einum 500 milliónur (dk) krónur projekti ? fimm milliardir íslendskar krónur

Hvat hava Kofi Annan, Vigdís Finnbogadóttir, Uffe Elleman Jensen, Kåre Villoch, Ingvar Carlsson og Anfinn Kallsberg til felags?

Jú, tey kenna øll 58 ára gamla íslendska føroyavinin Ólafur Gränz.

Maðurin, sum fyrstu ferð vitjaði Føroyar sum byggimeistari í sambandi við, at Evangeliihúsið í Havn varð bygt í 1983, er í dag høvuðsmaðurin aftanfyri heimsumfatandi bókaætlan, ið nú er væl ávegis.

Seldi alt

? Tað var mín gamli vinur Halldór Pálsson, ið kom til mín fyri stívliga tveimum árum síðani og segði: ?Eg havi eitt hugskot.?

Tveir dagar seinni var Ólafur klárur at kasta seg út í nýggja avbjóðing. Hann seldi sína annars væl koyrandi byggifyritøku, ið hevði arbeiði tvey ár fram í tíðina. Ja, Ólafur seldi í roynd og veru alt, hann átti ? og tað var ikki so lítið.

? Tað geri eg altíð, tá eg byrji upp á nakað nýtt. Mær dámar ikki at fara upp í nakað við hálvum hjarta. Eg vil gera tað fult út. Og soleiðis var ein 500 mió. (dk) krónurs bókaætlan um at fáa skap.

? Vit hava stovnsett felagið World 2000 HP. Endamálið er at gera bøkur um hvørt tað einasta limaland í ST. So hetta er eitt alstórt projekt sigur Ólafur og leggur aftrat, at røðin hevur fingið heitið ?New Millennium Series?.

Londini í Sameindu Tjóðum eru í verandi løtu 176 í tali. Og sjálvastur Kofi Annan, ST aðalskrivari, eru tikin við upp á ráð. Ein bók um hvørt ST-limaland skal sostatt gerast og allar bøkur verða gjørdar eftir sama leisti.

? Higartil hava vit gjørt avtalur við 36 lond. Tann fyrsta bókin ávegis, er bókin um Føroyar, sigur Ólafur, ið sjálvur valdi at vera í Føroyum tvær vikur í september, meðan síðsta hondin bleiv løgd á førsoysku bókina.


Kofi og Mandela

Leiðin hjá World 2000 HP, sum við tíðini umfatar eini 80 fólk, sum arbeiða við ymsu bókaútgávunum, hevur verið longri, enn tú í fyrstu syftu fært fatan av henda dagin í Repro-Z, har Ólafur sigur seg hava tørn sum uppvaskara.

Søgurnar um, hvussu striltið tað er bara at koma í samband við ein mann sum ST-aðalskrivaran Kofi Annan bera boð um, at her býr jarnvilji aftan tiltakið. Ólafur hevur í fleiri førum verið í New York, og tað eydnaðist honum loksins at hitta Kofi Annan. Hetta má sigast at vera rættiliga einastandandi, tá hugsað verður um, at talan er um eina privata íslendska fyritøku, ið bæði hevur fingið hugskotið og sum stendur fyri ætlanini.

Ein tann dyggasta hjálpin í marknaðarføringini av ?New Millennium Series? hevur verið fyrrverandi íslendski forsetin Vigdís Finnbogadóttir. Ólafur og Vigdís eru vinir, og nú er Vigdís formaður í heiðursráðnum fyri bókaútgávunum, har eitt nú fyrrverandi forsætisráðharrin í Írlandi Mary Robinson og danski varaformaðurin í ES-tinginum Bertel Haarder eisini eru limir.

Við sær á handilsferðunum hevur Ólafur eisini altíð tvær mappur við myndum og tilmælum, ið vísa langu røðina av forsetum, ráðharrum, sendiboðum og stjórum, ið stuðla hesi stóru ætlan. Ja, sjálvasti Nelson Mandela hevur givið boð frá sær úr Suðurafrika og ynskt bókarøðini góðan byrð frameftir.


Føroyar egnu bók

Rættiliga tíðliga á leiðini gjørdist eisini greitt, at Føroyar skuldu hava sína egnu bók, hóast Føroyar ikki eru sjálvstøðugur limur í ST.

Ólafur, ið hevur nógvar vinir í Føroyum og sum hevur vitjað her stívliga 20 ferðir fekk annars ikki serliga undirtøku frá restini av fyritøkuni, tá hugskotið um at eisini gera bók um Føroyar varð havt á lofti.

Ivast varð í føroyska førleikanum, og Ólafur sigur, at tað gjørdi hann bara uppaftur sannførdari um, at tað var rætt at gera eina føroyska bók. Haraftrat ynskti íslendski stjórin, at alt arbeiðið uttan sjálv prentingin skuldi gerast í Føroyum.

? Um ikki serlig bók hevði verið gjørd um Føroyar, so høvdu bert nakrar fáa síður staðið um okkara bróðurtjóð í donsku bókini, og tað haldi eg hevði verið serstakliga spell, sigur Ólafur. Hann váttar, at hann sjálvur hevur strongt nógv á, nú tá tann fyrsta bókin handlar um landið og fólkið, hann er vorðin so góður við. Ólafur nevnir tó, at ein annar føroyarvinur ? Vigdís Finnbogadóttir ? eisini yvir fyri Ólafi hevur fegnast um, at Føroyar ikki bara gerast viðfáningur í danskari útgávu, men fáa sína egnu bók.

? Vit vita væl, at handilsliga eru Føroyar ikki tað besta staðið at byrja. Svøríki hevði eitt nú verið nógv tryggari fyri okkum fíggjarliga, men nú føroyska bókin er liðug, kann staðfestast at talan er um topp góðsku allan vegin ígjøgnum.

Í føroysku bókini standa upplýsingar um Føroyar, søgu, mentan, handil, ídnað, polisku skipan o.s.fr. Anfinn Kallsberg, løgmaður, er soleiðis presidentur í heiðursráðnum fyri føroysku útgávuna, ið verður skrivað á bæði føroyskum og enskum.

Somuleiðis er rættiliga umfatandi lýsing av øllum kommunum í Føroyum. Hvør kommuna fær ein kapitul í part.

Allar kommunurnar uttan Tvøroyrar Kommuna, sum ikki ynskti at vera við, hava latið tilfar til bókina. Hetta merkir kortini ikki, at Tvøroyri ikki er í bókini. Tvøroyri er við, men tilfarið er fingið til vega aðrastaðnis frá.

Handilsliga hugskotið við bókini er, at stórar fyritøkur kunnu keypa sær síður í bókini og harvið gera vart við seg. Í Føroyum er tó ongin fyritøka við, tí grundarlagið er ikki tað sama sum í størru londunum. Sostatt kann bókin heldur ikki keypast í bókhandlum.

Hinvegin kunnu fyritøkur, kommunur og landsstýrið ogna sær bókina um Føroyar at brúka sum presentasjón av landi og kommunum.

Ólafur Gränz leggur eisini dent á, hvussu væl nøgdur hann er við arbeiðið, sum er gjørt í Føroyum. Tað er Óla Jákup Rólantsson, ið er ritstjóri og hevur savnað inn tilfar til bókina. Kári Olsen hevur savnað inn tilfarið, ið snýr seg um kommunurnar. Allar myndirnar eru tiknar av føroyskum myndafólkum og tað er Repro-Z, ið hevur staðið fyri umbróting, scanning av myndum o.s.fr.

Fyrst í hesi vikuni vóru seinastu filmarnir koyrdir út á Repro Z, har arbeitt hevur verið dag sum nátt fyri at fáa stóru ætlanina lidna.

? Vanliga plagi eg, at búgva á hotelli, men Poul Anker Hansen og kona hansara Olufa hava bjóðað mær at búð hjá teimum, meðan eg var í Føroyum hesaferð, og eg havi búð har, sum var tað heima hjá mær sjálvum, sigur Ólafur.

Hjá stjóranum í 500 mió. krónurs ætlanini gekk leiðin víðari niður á evropeiska meginlandið sunnudagin, har hann eitt nú síðst í hesum mánaðinum skal hitta finska forsætisráðharran Marthi Attissari.