KONSERT
Íslendska svarið upp á okkara egna Kára P, Bubbi Morthens, kemur nú til Føroya at halda konsert. Talan er um kenda troubadurin, Bubbi Morthensen, sum í mong verið sera vælumtóktur í Íslandi. Eisini hevur hansara tónleikur verið nógv spældur í Føroyum.
Mest kenda lagið í Føroyum er ivaleyst »Tað er gott at elska«. Eisini hevur Kári P føroyska onkran av sangunum hjá Bubba Morthens. Til dømis lagið »Tala við gluggan«, sum kom út á fløguni Hinumegin Ringvegin í 1992.
Síðan Bubbi gav út plátuna Ísbjarnablues í 1980, hevur hann givið út eitt ótal av fløgum og plátum. Minst ein ella tvær plátur ella fløgur eru givnar út á hvørjum ári síðani. Bæði sum solistur ella saman við bólkum.
Millum bólkarnar, sum Bubbi Morthens hevur verið partur av, eru Bubbi & Rúnar, Bubbi & MX-21,Das Kapital, Ego og Utangarðsmenn. Seinasta útgávan hjá Bubba er ein DVD, sum hann hevur spælt inn saman við Reykjavíkar Stórbandi.
Konsertin í Norðurlandahúsinum verður leygarkvøldið 31. Januar klokkan 19.30. Atgongumerki fáast á vanligu støðunum, upplýsir Norðurlandahusið.