Sjálvt um Guðmundur spælir so at siga øll tónleikasløg, hevur hann í nógv ár verið mettur at vera fremsti bluesleikarin í Íslandi, og hann hevur 3 ferðirnar vunni sær heiður sum ársins guitarleikari í Íslandi: Hann var eisini kosin "Undiscovered Guitarhero"
í Guitar International í 1991.
Fyriuttan at hava spælt við flestu íslendsku tónlistafólkum og hava verið við á einum havi av fløgum, hevur Guðmundur eisini arbeitt við Chicago-bluesnøvnum, sum t.d. Pinetop Perkins, Jimmy Dawkins, Billy Boy Arnold, Detra Farr and Chicago Beau og hevur við hesum bæði spælt inn og turnera á festivalum, so sum Chicago Blues festival, Rocce Rossa á Sardigna og South by South-West in Austin, Texas.
Fyriuttan alt hetta hevur Guðmundur S. Petursson eisini lisið klassiskt guitarspæl, er fastur tá Sinfonihljómsveit Íslands hevur brúk fyri guitaristi, og hevur havt solo-framførslur við t.d. Reykjavik Chamber Orchestra.
Headache Blues Treo eru: Uni R. Debess, guitar og sang, Edvard Nyholm Debess, bass og sang, og Rógvi á Rógvu, trummur.
? Orsøkin til at teir taka stig til hetta tiltak er at fáa sær sjálvum tónleikarligan íblástur, og at geva áhoyrarunum eitt gott upplivilsi, siga teir í Headache.
Framførslurnar verða á Vertshúsinum fríggjakvøld 24.10 kl.23.00 og Leygarkvøld 25.10 kl.23.00.