Fiskivinna
Jógvan Fagrklett, sum Sosialurin hevur havt samrøðu við, fór við Grími Kamban í 1970 við nólsoyinginum, Munda Jacobsen, sum skipara. Í 1973 varð skipið selt til Hirtshals, og tá taldust teir báðir millum teirra, sum fylgdu við skipinum.
Síðan fór Mundi at føra svenska skipið, Stellu Novu, og eisini her var Jógvan stýrimaður hjá honum. Av Stellu Novu fóru teir báðir í 1976 umborð á danska nótabátin, Strømeg.
Tá ið Mundi fekk sær egnið skip, gjørdist Páll Joensen úr Havn, sum var búsitandi í Lopra, skipari umborð á Strømeg. Bæði Páll og Jógvan sigla framvegis við Strømeg, og nú er reiðaríið í holt við at fyrireika bygging av nýggjum skipi.
Trúgv tænasta
Jógvan, sum hevur siglt í Danmark í sløk 30 ár, hevur sostatt meginpartin av tíðini verið umborð á Strømeg, sum ikki er ókendur millum føroyingar.
- Vit eru fleiri, sum hava fingið gullur frá reiðarínum í Hirtshals fyri trúgva tænastu, sigur hann lítillátin og vísir okkum vakra urið, hann hevur um handliðin.
Tað er Skagerak Fiskeeksport, ið eigur fýra nótabátar, sum eisini eigur Strømeg.
Umborð á tveimum av skipunum hevur manningin sama sáttmála, meðan manningarnar umborð á hinum báðum bátunum hava hvør sín sáttmála.
Ikki alt árið
Vit spurdu Jógvan, hvussu gongdin vanliga er hjá einum nótabáti í Danmark gjøgnum árið.
- Tað er ikki soleiðis, at vit kunnu fiska alt árið, tí so stóra kvotu fáa vit ikki. Roynt verður tí at fáa sum frægast burtur úr tí, sum vit hava.
Hann sigur, at í nøgd verður mest veitt av sild, men í peningi vigar makrelurin mest. Makrelurin er "gullið" hjá teimum. Kvotan er lítil, men prísurin hevur verið góður seinastu árini, sigur hann.
- Vit byrja vanliga við makrelinum nú í januar, sum er ein føroysk kvota. Hesa kvotu kunnu vit fiska í ES-sjógvi. Umleið 20. februar fara vit í norskan sjógv at fiska norðhavssild, sum vit plaga at landa í Noregi. Í mars og apríl liggur skipið vanliga í einar tveir mánaðir. Síðan verður lagt til brots aftur nakrar dagar út i mai, tá ið vit fara í altjóða sjógv at fiska norðhavssild. Henda royndin plagar at vara hálvan annan mánaða ella so. Eftir hetta, liggur skipið eitt skifti, til farið verður til Eysturgrønlands á lodnuveiði. Lodnuna plaga vit at landa í Íslandi. Vit verða aftur úr Grønlandi um ólavsøkutíð, og tá liggur báturin til umleið, 10. september. Farið verður nú á makrelveiði í norskum sjógvi, og tá ið tann tíðin er av, verður aftur farið á sildaveiði í Norðsjónum. Her royna vit, soleingi nøkur kvota er eftir.
Jógvan sigur, at øll veiðan hjá Strømeg verður landað til matna.
Norðhavið
- Um várarnar plagi eg at vera heima í Føroyum og rógva út av Norðhavinum saman við soninum, Virgari.
Jógvan eigur glastrevjabátin, sum Júst í Túni á sinni keypti og bar navnið, Túnus.
- Men tá ið eg keypti bátin í 1985 frá Sigurdi Simonsen, kallaðist hann Inga Maria.
Jógvan Fagraklett hevur róð út á Norðhavinum í eini 30 ár, og honum dámar væl at koma heimaftur á hvørjum vári til norðhavsróðurin við snellu.
- Hetta er ein góð og spennandi tíð, sigur hann.