Útoyggjar
Tað er nú greitt, at ætlaninar hjá tveimum mykinesmonnum at fara undir svínahald í Føryum aftur, verða av ongum .
Svínahald hevur ikki verið í Føroyum síðani svínagarðurin í Froðba helt uppat fyri nøkrum ársum síðani, men nú ætlaðu tveir mykinesmenn at taka táttin uppaftur.
Tað var Esberni Eyðansstovu, sum sjálvur annar hevði lagt ítøkiligar ætlanir um at fáa sær svínagarð í Mykinesi.
Tað er nakað síðani, at teir søktu vinnumálastýrið um loyvi at fara undir ætlanina.
Við hjálp frá royndarmiðstøðini sendu teir stýrimum umsókn um at sleppa undir ætlanina, saman við eini rakstrar- og kostnaðarætlan.
Ætlanin hjá teimum er nevnd í útoyggjaálitinum, sum kom fyrr í ár og vit hava ringt til teirra at fregnast, hvat varð av henni.
Esbern í Eyðansstovu siigur, at tað hevur alla tíðina verið greitt, at hetta er ikki ein ætlan, sum letur seg gera, uttan almennan studning.
Og nú tað er greitt, at hetta verður av ongum, vat tað júst spurningurin um almennan studning, sum punkteraði ætlanina.
Esbern í Eyðansstovu sigur, at teir hava fingið svar frá Vinnumálastýrinum, har boðað verður frá, at almennur stuðul verður ikki latin til ætlanina.
? Sostatt mugu vit ásanna, at ætlanin verður ikki burðardygg og tískil hava vit slept henni. Tá ið vit ikki fáa stuðulin, er onki at gera, sigur Esbern í Eyðansstovu.
500 svín
Hann sigur, at ætlanin hjá teimum var at gera ein garð í Mykinesi, har teir kundu dripið 500 svín svín um árið, ella gott tað.
Hann sigur, at tá ið tey verða dripin, høvdu kropparnir vigað um 75 kilo hvørt.
Tilsamans hevði ætlaði svínagarðurin í Mykinesi sostatt givið 37,5 tons av svínakjøti um árið.
Tað halda mykinesmenninir hevði verið eitt gott íkast til føroyska marknaðin, tí tað verður mangt slíkt flutt inn av svínakjøti um árið.
Tað, sum teir høvdu søkt landsstýrið um at fáa í stuðuli, vóru átta krónur í kjøtstuðuli fyri kilo.
Ætlanin hevði sostatt kostað landsstýrinum 300.000 krónur um árið. Men teir ivast í, um tað hevði verið nøkur útreiðsla, tá ið alt verður talt saman, og sett upp ímóti teimum skattað og avgjaldskrónum, sum hetta hevði kastað av sær til land og kommunu og so tað, sum hevði verið spart í innflutningi.
Men fyri eitt pláss sum Mykines hevði tað har sera stóran týdning at fingið nøkur arbeiðspláss til bygdina.
Teir vísa eisini á, at teir, sum drepa neyt, fáa kjøtstuðul, einar 9-10 krónur fyri kilo. Men at fáa sama stuðul til svínakjøt letur seg altso ikki gera.