Tað eru nógv fólk, sum liggja á sjúkrahúsi, hóast tey ikki eru sjúk. Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu nógv fólk eru noydd at verða verandi á sjúkrahúsi, hóast tey eru liðugt viðgjørd. Hetta kunnu vera fólk, sum ikki sleppa av sjúkrahúsunum tí tað er ikki pláss fyri teimum á ellis- og røktarheimum, ella á sambýlum.
Landsstýrismaðurin sigur, at í fjør var talan um 65 fólk, sum vórðu verandi á sjúkrahúsinum eftir at tey vóru liðugt viðgjørd. Men tey høvdu ongastaðni at fara og tískil bar ikki til at útskriva tey. Tilsamans lógu tey á sjúkrahúsi í 2.243 dagar eftir at viðgerðin var liðug, ella 34 dagar í part í meðal.
Higartil í ár er talan um 30 fólk, sum hava verið innløgd eftir at viðgerðin er liðug. Tey hava ligið á sjúkrahúsi í tilsamans 583 dagar, eftir at viðgerðin er endað, ella 19 dagar í miðal.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi var talan um 12 fólk í fjør og níggju fólk higartil í 2022. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi var talan um 11 fólk í fjør og higartil í ár er talan um eitt fólk.
Á Landssjúkrahúsinum var talan um 42 fólk í fjør og higartil í ár er talan um 20 fólk.
Sjúkrahúsverkið ger ikki hagtøl yvir, akkurát hví sjúklingarnir ikki kunnu útskrivast, eftir at viðgerðin er liðug. Tí ber heldur ikki til at siga, hvussu nógv av teimum liggja á sjúkrahúsunum, tí tað ikki er pláss ella tí at starvsfólk mangla á eldraheimum og sambýlum.
Men verður hugt eftir aldrinum á teimum, kann tað geva eina ábending um, antin fólk hoyra til eldraøkið ella til almannaøkið.
Á talvuni niðanfyri sæst, hvussu nógv av teimum, sum hava verið innløgd higartil í ár tí at tey ongastaðni hava at fara, eru yvir 67 ár, og hvussu nógv eru undir 67 ár.
##med2##
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tað eru ymiskar orsøkir til, at fólk ikki kunnu útskrivast, eftir at teir eru liðugt viðgjørdir á sjúkrahúsi. Talan kann millum annað vera um:
– Bíðitíð eftir umlættingarplássi ella røktarheimsplássi
– Tey er ikki før fyri at vera heima
– Heilsustøðan er versnað so at broytingar skulu gerast í heiminum
– Broyttur tørvur á bústaði frá Almannaverkinum
– Øktur tørvur á stuðli
– Ikki tøk starvsfólk á eldraøkinum
– Manglandi tilboð frá Almannaverkinum
– Tey hava ongan bústað
– Tey vilja ikki hava ta hjálp, sum Almannaverkið bjóðar