Sleppa ikki longur at kæra til landsstýrismannin

Møguleikarnir hjá fólki at klaga um fólkanøvn, verða skerdir

Nú skal tað ikki longur bera til at kæra til landsstýrið um fólkanøvn. Tað stendur í einum uppskoti, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.

Fólkanøvn er eitt eymt mál hjá fólki og tað hendir seg av og á, at fólk ikki fáa sín vilja. Tað er Umhvørvisstovan, sum umsitur navnalógina fyri landsstýrið, so tá ið navnanevndin tekur eina avgerð, sum fólk eru ónøgd við, kunnu tey klaga til Umhvørvisstovuna.

Men fáa fólk heldur ikki viðhald har, kunnu tey klaga eina ferða afturat og hesa ferð er tað til sjálvan landsstýrismannin, sum umsitur øki, og í løtuni er tað Helgi Abrahamsen.

Men nú vil landsstýrismaðurin hava Løgtingið at samtykkja at skerja kærumøguleikarnar hjá fólki í málum um fólkanøvn. Tað merkir, at fólk, sum eru ónøgd við eina avgerð hjá navnanevndini, kunnu kæra til Umhvørvisstovuna, men avgerðin hjá Umhvørvisstovuni verður so endalig.

Sostatt fara fólk at missa møguleikan at kæra eina ferð afturat til landsstýrismannin. Í dag er heldur eingin kærufreist í navnamálum, men hereftir verður kærufreistin fýra vikur.