Sleppa ikki undan ágangi

Oddagrein

Umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd hevur nú aftur vent eyguni ímóti Føroyum. Umboð fyri felagsskapin hevur verið í Føroyum og sneytað, og tað eydnaðist umboðnum at uppliva eitt grindadráp í Klaksvík í vikuni. Sea Shepherd maðurin tók myndir og hevur latið upplýsingar til eina frágreiðing á heimasíðuni hjá Sea Shepherd um drápið.


Tað er ikki við mýkindum, at føroyingar og grindadrápið verða viðgjørd í greinini. Sum vanligt hevur verið hjá Sea Shepherd, verða nógvar snildir brúktar fyri at geva fólki eina fatan av, hvussu ræðuligir føroyingar eru. Orðavalið og valið av upplýsingum leggja upp til at geva fólki eina skakandi mynd av grindadrápinum – og tað er lítið at ivast í, at hetta eisini eydnast. Grindadrápið er eitt slakt, tað er blóðugt, og við røttu vinklunum og myndunum ber til at gera drápið dramatiskt og eirindaleyst. Og tað ger Sea Shepherd, so tað stendur eftir.


Seinastu tíðina hevur umrøðan av grindadrápinum í útlendskum fjølmiðlum verið nakað meira, enn hon ofta hevur verið, men soleiðis hevur gongdin vanliga verið. Tað kann verða friðarligt í eina tíð, men føroyingar skulu gera sær púra greitt, at so leingi grind verður dripin í Føroyum ber ikki til at sleppa undan hesi umrøðu. Og tá umhvørvisfelagsskapir sum Sea Shepherd leggja brenni á bálið er væntandi, at fjølmiðlar – ikki minst í hesi summartíð – fara at taka evnið upp.


Føroyingar skulu rokna við, at næstu tíðina verður meira umrøða av grindadrápinum, og at tað nógvastaðni verður mett sum vánalig umrøða av Føroyum. Føroysku myndugleikarnir eiga at verða á varðhaldi nú og fyrireika seg til at svara spurningum um grindadrápi og taka ímóti mótmælum.


Kjakið um, hvørt føroyingar skulu drepa grind ella ikki kann sjálvandi takast upp, men undirtøkan fyri drápinum vísir, at tað man verða stórur meiriluti millum fólk fyri at halda fram við grindadrápinum – og tann veruleikan mugu føroyingar so bara fyrihalda seg til.


Annar spurningurin er so, hvussu seinasta trekkið hjá Sea Shepherd skal skiljast. Er hetta fortroppurin, sum er sendur til Føroya fyri at slóða fyri enn einari vitjan av fólkunum hjá Paul Watson, ella er endamálið bara at halda grindini á kók í eina tíð frameftir? Tann spurningurin verður ivaleyst svaraður í næstu framtíð.