Sleppa kravinum um null lønarhækking

Nú eru ábendingar um, at fíggjarmálaráðið er farið at linkað í krøvunum um, at als ongin lønarvøkstur yvirhøvur skal verða hesi næstu árini. Nú eru ábendingar um, at fíggjarmálaráðið er farið at linkað í krøvunum um, at als ongin lønarvøkstur yvirhøvur skal verða hesi næstu árini.

Samráðingar eru í hesi løtu ímillum fimm almenn fakfeløg og Fíggjarmálaráðið um nýggjar lønarsáttmálar og tað hevur staðið nógv á pørtunum.

Fakfeløgini hava treytaleyst kravt lønarhækking, men tað hevur Fíggjarmálaráðið púra avgjørt afturvíst.

Tískil slitnaðu samráðingarnar og semingsmenn eru tilnevndir, sum tað stendur longur niðri á Portalinum.

Tað er ongin loyna, at fakfeløgini hava lagt hart trýst á politikararnar tí at teir hava kravt, at ongin lønarhækking skal vera.

Og nú tykist tað sum um, at støðan er blotnað eitt sindur.

Keldur í fakfelagsrørsluni siga fyri Portalinum, at tað tykist sum um at hesar báðar seinastu dagarnar er støðan linkað nakað og at Fíggjarmálaráðið ikki longur tvíheldur um at ongin lønarhækking skal vera.

Annars hevur samgongan boðað frá, at hækka lønirnar, skulu tilsvarandi sparingar gerast, tí samlaðu lønarútreiðslurnar skulu ikki hækka.