Sleppa undan toppskjúttunum

Mest skorandi leikararnir hjá báðum liðum eru framvegis aktivir, men hvørgin teirra verður við á vøllinum, tá Føroyar og Fraklandi bresta saman í annaðkvøld

Hvørki Rógvi Jacobsen ella Thierry Henry vera tøkir mikukvøldið. Fyrst nevndi er nústaðni við at koma seg eftir drúgvan skaða, meðan Thierry Henry fekk ein skaða um vikuskiftið, tá hann við FC Barcelona spældi venjingardyst í móti meksikanska liðnum Guadalajara.

Sostatt mugu bæði Brian Kerr og Raymond Domenech síggja burtur frá sínum toppskjúttum, sum annars hava spælt í øllum fýra undanfarnu dystunum, liðini hava møtt hvørjum øðrum.

Í hesum dystum hevur Thierry Henry havt takið á Rógva Jacobsen. Henry hevur nevniliga skotið tvey mál, meðan Rógvi Jacobsen ikki hevur skotið nakað mál í móti Fraklandi.

Henry skoraði fyrsta mál sítt í móti Føroyum, tá hann 11. oktober í 2006 økti um leiðsluna, soleiðis at Fraklandi legði seg á odda 2-0. Dysturin endaði annars 5-0. Seinna málið í móti Føroyum gjørdi hann seinast liðini møttust. Hetta var 13. oktober í 2007, tá Henry aftur hesaferð skoraði til 0-2. Tá vóru bara átta minuttir spældir og eisini hesaferð var talan um stórtap, 0-6


Saknur í Rógva

Thierry Henry hevur spælt 111 landsdystir og hevur skotið 48 mál, í mun til Rógva Jacobsen, sum hevur spælt 52 landsdystir og hevur skotið 10 mál. Teir báðir eru mest skorandi leikararnir fyri sítt land.

Lítil ivi man tó vera um, at til dystin í morgin saknar Brian Kerr nokk Rógva Jacobsen meir, enn Raymond Domenech saknar Thierry Henry.