-Sleppið kaikantinum

-At fyrigykla sær at alt skal gerast í Føroyum, at oljufeløgini skulu brúka føroyskar vørur og tænastur og at vit ikki skulu hava útlendska arbeiðsmegi er eitt óveruligt krav yvirfyri okkum sjálvum, tá vit samtíðis skulu varðveita fiskivinnuna. Hatta er ein dreymaverð, og hon fungerar ikki sigur Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum

Oljuting


Hann var ein av luttakarunum í pallborði, sum Oljutingið skipaði fyri í Listaskálanum herfyri. Evnið var týdningurin, sum kravið til kaikant hevur havt fyri føroyska vinnu, síðani oljuleiting tók seg upp her á landi.

Vit spurdu Hermann Oskarsson, um tað ikki ov tíðliga at taka tjakið upp longu nú, um vit skulu verja føroyskar vørur og tænastur, tá vit als ikki vita, hvussu verður við eini oljuvinnu. Er tað ikki best at lata standa til sum er, til vit finna og fara at framleiða olju? Tað ganga kanska 10 ár til hetta hendur. Og er tað ikki í lagi, at tað eru reglur, sum gera, at oljufeløgini eru noydd til at hyggja henda vegin eisini?

-Tað er púra líkamikið, hvørjar reglur og krøv eru í løtuni, tí tað hevur onga ella sera lítla ávirkan. Tað eru nakrir fáir, sum fara inn um. Høvdu teir ikki farið inn um kortini? Eg skal næstan ?banna? uppá, at oljufeløgini vóru komin við sínum tænastum kortini, uttan mun til kaikant. Tað hevði verið nógv størri og meira spennandi hjá okkum føroyingum at sagt eitt nú: lat okkum royna ikki at at seta serstøk krøv og síðani vita, um tað ikki riggar kortini. Eg eri so keddur av, at vit fingu kaikantin inn í oljuvinnuna mest av politiskum ávum. Eg floyti á hvønn týdning tað hevur havt í veruleikanum, tí tað hevur so lítlan týdning enn. Tað hevði verið nógv meira spennandi at sæð, um vit nú einaferð skyld megnaðu at gera eina vinnu í Føroyum, sum ikki hevur nakra eyka luft í seglunum av politikum ávum.

Avtakið krav um kaikant nú
Formaðurin í Búskaparráðnum, sum ikki plagar at vera bangin koma við oftani kontroversiellum meiningum sigur, at høvdu vit ikki sett umrøddu krøv og reglur í sambandi við oljuvinnuna, tá høvdu vit eisini havt tikið við læru av fiskivinnuni.

-Lat okkum tí avtaka kravið um kaikant beinanvegin. Lat okkum prøva at gera eitt eksperiment, har ein vinna í Føroyum fer í gongd uttan at fáa vind í seglini frá tí almenna.

Hann heldur fram: -Vit eru 45.000 fólk. Ein brunnur, tveir ella tríggir í framleiðslu. Tað fer at kosta nógv fólk. So mugu vit eisini velja, um vit skulu hava fiskivinnuna ella ikki. Tað er nevniliga kolasvørt lygn, tá vit stíga fram við øllum hesum føgru orðunum um, at vit skulu hava fiskivinnu og oljuvinnu lið um lið. Tað fáa vit ikki. Tað steindoyr annað av teimum skulu hesar vinnurnar til at kappast um ta frammaundan avmarkaðu arbeiðsmegina.

-Tú vil hava, at marknaðarkreftirnar skulu ráða?

-Tað er betri, at tær ráða, enn at politikararnir velja. Í dag eru umleið 3000 føroyskir fiskimenn, sum skaffa alla rávøruna og onnur 3000 á landi, sum fáa hana til útflutnings. Tvs. eini 6000 fólk. Skulu vit taka eini 2000 av teimum til onkra oljutænastuvinnu, so er tað í fínasta lagi fyri mær. Men so skulu politikararnir ikki blíva við at siga, at vit skulu hava bæði. Tí vit fáa ikki bæði. Skulu vit taka 2000 fólk frá fiskivinnuni yvir til at gera oljutænastur, so eri eg himmalsfegin. Men vit mugu ikki billa fólki inn, at vit fáa bæði.

Mugu velja
-Meinar tú harvið, at skulu vit bæði hava eina fiskivinnu og eina oljuvinnu, so er avleiðingin tann, at vit mugu innflyta útlendska arbeiðsmegi?

-Saktans. Og so skal man velja. Vilja vit tað? Vit hava tvey val. Antin at stýra alt út um ella seta vit kinesarar til hetta og hatta. Men vilja vit tað? Vit mugu gera valini fyrst.

At fyrigykla sær at alt skal gerast í Føroyum, oljufeløgini skulu brúka føroyskar vørur og tænastur og at vit ikki skulu hava útlendska arbeiðsmegi í landinum er eitt óveruligt krav yvirfyri okkum sjálvum, tá vit samtíðis skulu varðveita fiskivinnuna.

Hatta er ein dreymaverð, og hon fungerar ikki sigur Hermann Oskarsson og heldur fram:

-Vit vilja hava bæði olju og fisk at standa á. Og siga vit at tað er eitt gott val. Men so skulu vit eisini siga tað. So mugu vit hava nakrar útlendingar til landið at ansa teimum gomlu. Bæði Ísland og Írland innflyta útlendingar til at gera skitið arbeiði.

Hermann Oskarsson keypir ikki sjónarmiðið um, at tað um nøkur ár ikki verður brúk fyri so nógvum fólkum í fiskivinnuni, tí tøknin fer at taka yvir. -Sjálvt um man mennir tøknina, so verður brúk fyri fólki.

-Man noyðist at innsíggja, at vit eru 45.000. Eg havi einki ímóti, at vit blíva 50.000 ella 60.000. Men vit fáa framvegis ein trupulleika at skaffa fólki nakað at búgva í. Vit fáa júst teir somu trupulleikarnar um 10 ár, sum vit hava nú. Vit mugu bara innsíggja tað og sláa kalt vatn í blóðið.

-Hvat hevði Hermann Oskarsson gjørt var hann landsstýrismaður?

-Fyrst og fremst mælt til eitt skeið uttan almennan vind í seglini. Bara fyri at kunna siga, at hetta kom ígjøgnum av sær sjálvum. Síðani vildi eg tikið av allan studningin til fiskivinnuna, sum framvegis er stórur, eitt nú 15% avdráttur fyri fiskimenn. Tað er nógvar tíggjutals milliónir. Síðani er tað flutningsstudningurin. Síðani Als. So tað er eitt stórt mistak, um fólk halda, at fiskivinnnan er studningsfrí.

Formaðurin í Búskaparráðnum sær fyri sær, at virkuliga truplar tíðir eru fyri framman, tí tú kanst ikki taka eitt fólk frá, sum røkir heimamarknaðin. Vit hava ikki ein gang bústaðir til fólk sum er ella kunnu veita tær neyðugu vælferðartænasturnar. Tú skal taka tey úr fiskivinnuni. Tað er ein trupulleiki at umstilla fólkini. Vit vilja so fegin vera ein fiskivinnutjóð, men eg eri vísur í, at kemur eitt stórt oljuvirksemi, so hvørvur fiskivinnan.
Hermann Oskarsson heldur, at skulu vit hava oljuvinnu, so eiga vit ikki at satsa uppá virksemi her. -Lat okkum koyra alt út um og lova okkum sjálvum, at vit ikki taka tað inn tvs. bæði oljuna og tey mongu arbeiðini, sum eru knýtt at henni. Ístaðin skulu vit fáa oljupengar gjøgnum skatt og avgjøld.

Oljupengar til komandi ættarlið
Hermann Oskarsson er ikki ein teirra, sum heldur, at vit eiga at leggja lok á oljuna. Hann heldur tað er sera gott, um vit finna olju. Tað er eitt ríkidømi, sum vit í minsta lagi kunnu geva víðari til komandi ættarlið. Man kann næstan ikki vera so heppin, sum vit eru. Vit eiga eina bankabók, sum nú er fiskur. Vit fáa so eina aftrat, sum er olja. Tað er gott. Um ikki annað kunnu vit geva tað vekk.

-Tað verður oftani sagt, at vit fyrireika okkum ov lítið og tosa ov lítið um hetta nýggja og um avleiðingarnar av eini oljuvinnu!

-Vit snakka ikki ov lítið. Men vit krevja ov lítið av hvørjum øðrum at taka konsekventar avgerðir ? og vit eiga at krevja av politikarunum, at teir ikki siga, at vit skulu hava bæði.

Annars heldur formaðurin í Búskaparráðnum, at seinasta Oljutingið var ein fínur debatfundur og sær hann fegin fleiri av slíkum slag, soleiðis at eisini alt Føroya fólk kann dragast inn í eitt týðandi kjak um framtíðina ? hjá ikki minst okkara eftirkomarum ? og sum hann heldur skal byggja á so fá krøv um almenna uppíblanding sum tilber.