Sleppur at yvirtaka kappingarneyta sum skuldi steingja

Hóast handlarnir líkjast í vavi, so er eginogning hjá Elding 22 ferðir størri enn eginognin hjá Power

Beint fyri jól boðaði Kappingarráðið frá, at tey hava góðtikið, at Elding kann keypa Power, soleiðis sum partarnir avtalaðu í augustmánaði.

 

– Niðurstøðan hjá Kappingarráðnum er m.a. grundað á, at virksemið hjá Sp/F Power Føroyar – uttan mun til um yvirtøkan varð noktað ella góðkend av kappingarmyndugleikanum - vildi steðgað tann 1. januar 2023. Kappingarráðið metir tí, at avleiðing av at góðkenna yvirtøkuna undir verandi umstøðum, ikki broytir kappingarstøðuna týðandi, samanborið við, um yvirtøkan av Sp/F Power Føroyar ikki varð framd, skrivar Kappingarráðið í avgerðini, sum kann lesast her

 

Kappingarráðið hevur tí tikið avgerð um at góðkenna yvirtøkuna hjá Sp/F Elding av Sp/F Power Føroyar.

 

Hóast handlarnir Elding og Power kunnu sammetast í vavi, so er stórur munur á Power í SMS og Elding, um vit kaga í roknskapirnar hjá teimum báðum handlunum.

 

Søgan um Elding byrjaði í mars 1995, tá Mads Andreas Winther lat upp lítlan handil á loftinum í SMS. Tíðirnar vóru ringar, og kreppa var í Føroyum. Gólvvíddin var bert 50 fermetrar, og fá væntaðu, at handilin fór at bera seg.

 

Fyri ta tíð hevði Mads Andreas Winther arbeitt hjá Marstein á Áarvegnum í fleiri ár.

 

Tað vóru annars Eldingeigararnir, Mads Andreas Winther og konan Maibritt Winther, sum í 2006 bygdu Miðlon, sum lat upp við fleiri handlum. Men raksturin gjørdist tungur, og tað endaði við, at SMS í 2011 keypti bygningin, sum tá hýsti handlunum »Elding«, »Rúsdrekkasøluni«, »Snák«, »Norðoya Sparikassa«, »Nomi Smykkur og Ur og Profil Optik Niels L. Arge«, »Íblástur« og »Køksmiðstøðini«.

 

Gomlu eigararnir fluttu tá úr Miðlon við handlinum Elding og fluttu inn í grannabygningin, gamla bakaríið hjá Frants Restorff.

 

Elding og Power hava verið kappingarneytar og nógv teir størstu handlarnir av sínum slag á marknaðinum í fleiri ár.

 

Men tað er munur á úrslitunum hjá feløgunum.

 

Meðan Elding seinastu fimm árini hevur havt yvirskot upp á slakar 15 milliónir krónur, so hevur Power havt hall upp 4,4 milliónir seinastu fimm árini. Tað vil siga, at munurin á úrslitunum hesi seinastu fimm árini er góðar 19 milliónir krónur.

 

Eginognin hjá Elding er góðar 19 milliónir krónur.

 

Eginognin hjá Power er 870.000 krónur. Tað vil siga, at eginognin hjá Elding er áleið 22 ferðir so stór, sum eginognin hjá Power.

 

Seinastu fimm árini hevur Elding goldið eigarunum 8 milliónir krónur í vinningsbýti. Power hevur ikki útlutað vinningsbýti seinastu fimm árini.

 

So tá Elding keypir Power, so er tað tann stóri á marknaðinum, sum keypir tann lítla – og gomlu eigararnir eru nú aftur har teir byrjaðu, í SMS, hóast tann deildin bara verður ein viðfáningur av samlaða virkseminum hjá samtakinum Elding.