Sleppur ikki at eta pizza í løgtinginum

Lívligt kjak á Facebook um at eta pizza í løgtinginum

Tá ið Helgi Abrahamsen mikukvøldið legði mynd út á Facebook, har fleiri løgtingsmenn standa rundan um eina teldu í løgtingssalinum og hyggja eftir enskum fótbólti, meðan bíðað varð eftir einum álitið, kom drúgt kjak burturúr tí.
Sjónvarpsmaðurin Finnur Koba var ein av teimum, sum kom við viðmerking:
- Pressan sleppur ikki at eta pizza í Løgtingsins Pressurúmi, men politikarar sleppa at hyggja eftir fótbólti á tí allarheilagast økinum í sama húsi… munur á monnum, skrivar Finnur Koba í viðmerking undir myndini.
- Eg sleppi heldur ikki at eta pizza í einum útvarpsstudio, svarar Helgi Abrahamsen.
Finnur svarar aftur:
- Í mun til tykkum, sum vitja útvarpið í nakrar minuttir í senn, arbeiðir pressan onkuntíð fleiri tímar í løgtinginum og hevur fingið eitt pressurúm til tað sama. Men at eta har, tað sleppa vit ikki orsakað av sonevndu "tignini" í hesum heilaga húsi. Opinbart er mannfólkafótbóltur meira tignarligt.
Eftir kjak aftur og fram um mat og matarstøð, blandar Brynhild Thomsen seg í kjakið:
- Hví bleiv kantinan latin aftur fyri øðrum enn tykkum? spyr hon og sipar til kantinuna í løgtinginum.
Helgi Abrahamsen biður Brynhild spyrja løgtingsskrivstovuna, men Brynhild vísur á, at lógin um alment innlit ikki umfatar løgtingsskrivstovuna, og at tað plagar ikki at geva úrslit at spyrja upp á “vanligan máta”.
- Send Jan Lamhauge. Tað plagar at hjálpa, svarar Helgi Abrahamsen argandi í kjakinum, sum heldur fram eftir tað.
Mynd: Helgi Abrahamsen