Ingi Mohr sigur við Sosialin, at Tórshavnar Kommuna nú einans skal hava skyldur læknunum viðvíkjandi, og ongi rættindi.
- Vit skulu fáa høli og amboð til vega, samstundis sum Helena Dam á Neystabø skúgvar okkara innstilling, um nýggjan lækna til viks, sigur hann.
Tað sum Ingi Mohr sipar til, er, at Kommunulæknaráðið valdi at innstilla Turid Petersen til nýggjan lækna í Havn, hóast bý- og bygdaráðini í Suðurstreymoyar læknadømi frammanundan mæltu til ávikavíst Jens Andreasen og Sten Larsen, sum eisini søktu starvið. Annars hevur vanliga mannagongdin altíð verið, at innstillingarnar frá bý- og bygdaráðum varð fylgd.
Boykotta avgerðina
Ingi Mohr sigur seg ætla at leggja hetta málið fyri á fyrstkomandi býráðsfundi. Her ætlar hann, at støða skal takast til hvat víðari skal henda.
- Sjálvur haldi eg, at teir menniskjaligu eginleikarnir spæla nógv inn í slíkum førum, eisini í okkara innstilling.
Til spurningin um hvat býráði kann gera, sigur Ingi Mohr, at fyrst og fremst skal býráði mótmæla mannagongdini.
Umframt hetta, sigur hann seg persónliga vilja fara harðari til verka.
- Man kundi eisini farið so langt, sum at boykotta læknahølini, har ætlanin var, at Sølvi W. Olsen og nýggi læknin skuldu húsast. Tvs. at vit koyra onkran annan lækna niðan í nýggju hølini, samstundis sum vit skræða hølini hjá Sølva niður. So hava vit eingi høli til nýggja læknan. Tað kundi eg hugsa mær at vit gjørdu.
Sambært Inga Mohr, er endamálið við eini slíkari framferð at protestera móti tí ógvuliga óseriøsu viðgerð, sum hetta málið hevur fingið í Landsstýrinum.
Jan harmast eisini
Jan Christiansen býráslimur í Havn, er eisini harmur um íkomnu støðuna.
- Helena Dam á Neystabø heldur okkum fyri tað turra spott. Tí eitt tílíkt ráð hyggur einans eftir teim fakligu førleikunum, meðan vit í bý-og bygdaráðum hyggja eftir øðrum viðurskiftum eisini. Td. hvussu væl dámdur umsøkjarin er.
Hann heldur tað verða ógvuliga løgið, at eingin lurtar eftir innstillingunum hjá teimum, tí tað er ein orsøk til at tey hava innstillað sum tey hava gjørt.
Vit taka menniskjalig atlit
Eisini Leivur Hansen býráðsformaður, sigur við Sosialin, at uppgávan hjá kommunulæknaráðnum einans er at hyggja eftir tí reint objektiva,
- Hetta meðan vit kunnu hyggja eftir nøkrum øðrum tingum, t.d. hvussu væl umsøkjarin er dámdur ella ikki dámdur. Vit fáa innstillingar frá landslæknanum um kvalifikatiónirnar hjá umsøkjarunum. Í hesum førinum vóru allir umsøkjarir egnaðir. Vit royna eisini at taka nøkur menniskjalig atlit, tí vit kenna nógvar borgarar í býnum, og vit royna kanska at spyrja okkum fyri ymsastaðni. Vit vita at Jens Andreassen er ógvuliga væl dámdur, og tað er ikki av ongum, at by-og bygdaráðini í Nólsoy og í Kirkjubø og í Havn hava innstillað hann.
Hóast teir báðir, Jan Christiansen og Leivur Hansen, eru harmir um avgerðina hjá landsstýriskvinnuni, so fara teir siga teir ikki hvørji tiltøk býráðið eigur at gera.
Treytirnar hjá ráðnum
Kommunulæknaráðið setir nakrar treytir til umsøkjararnar. Tað er millum annað ein fyrimunur, um viðkomandi hevur verið kommunulækni úti á bygd. Hetta er, sambært Helenu Dam á Neystabø, fyri at tað skal geva nakað til førleikarnar hjá umsøkjarum, um teir hava verið á bygd. Soleiðis kann tað verða hægri mett at verða lækni uttanfyri Havnina, sigur hon.
Leivur Hansen býráðsformaður í Havn, metir at henda treyt er sera óheppin, tí hetta ger at læknar frá m.a. Landssjúkrahúsinum ikki kunnu gerast kommunulæknar í Havn.
Eisini skal kommunulæknaráðið hava javnstøðuspurningin í huga, tá innstillað verður.
Nýggi læknin
Turid Petersen, sum er sett er 49 ára gomul. Hon tók embætisprógv sum lækni við Universitetið í Keypmannahavn í 1980. Seinastu 14 árini hevur hon arbeitt sum kommunulækni í Kollafirði. Seinasta árið hevur hon tó havt farloyvi úr starvinum og hevur hesa tíðina avloyst Kristionnu Nordendal í Havn.
Turid hevur harumframt starvast sum lækni á ymsum deildum á Landssjúkrahúsinum í Havn og í Svøríki.
Turid Petersen situr sjálv í kommunulæknaráðnum, sum hevur tikið dagar millum umsøkjararnar, men var ikki við í viðgerðini, tá metast skuldi um læknarnar í hesum føri.
Gongst eftir ætlan, so byrjar Turid Petersen sum kommunulækni í Havn, tá nýggja læknamiðstøðin stendur klár við R.C. Effersøesgøtu 1. september. Har fer Sølvi W. Olsen eisini at húsast.