Sleppur ikki Ronaldo

Hóast avrikini ikki hava verið heilt so framúr, sum tey vóru seinasta kappingarár, so tykist Real Madrid framvegis at hava sama áhuga í Cristiano Ronaldo. Seinastu tíðina hevur eisini ljóðað, at Manchester United og Real Madrid hava gjørt eina avtalu, men hesum vísir Sir Alex Fergusoni harðliga aftur. – Halda tit, at eg vildi gjørt eina avtalu við hatta felagið. Eg hevði ikki somikið sum vilja selt teimum ein virus, segði Sir Alex við ensku miðlarnar, eftir at Ronaldo hósdagin hevði skotið eitt av málunum í 5-3 sigrinum hjá Manchester United móti Gamba Osaka.