Slevandi mannfólk eru patetisk

Kjak um stripp: Bjørk Krog Olsen, lesandi

Tað má vera heldur sjáldan, at eg kann fylgja argumentum hjá Jenisi av Rana. Eg loyvi mær tó at seta spurnartekin við ørindunum hjá honum. Hetta er allarhelst, sum so ofta áður, enn ein propaganda til frama fyri fanatiskt religiøsan hugburð, ið eigur at vera hildin langt burturi frá kvinnukjakinum. Tí hetta er einki minni enn eitt kvinnuevni, tá meginparturin av teimum, ið eru í strip- og prostitutiónsvinnuni, eru kvinnur.

Eg noyðist fyrst at siga, at eg haldi øll vinnan (um vit hyggja tematiskt at tí) er eitt spottandi virki ímóti øllum ti, kvinnurørslan hevur rokkið og kempað seg til. Eg haldi tað vera einki minni enn patetiskt og respektleyst, at mannfólk slevandi kunnu leggja seg aftur á og njóta eitt sokallað produkt – serliga tá vit vita, at tað allaroftast eru veikar kvinnur, ið hava verið útsettar fyri ágangi av ymiskum slagi, ið velja hesa yrkisleið. Hendan sølan av sex og kynsligari framferð er beinleiðis mótspæl til ta sjálvstøðugu, kynsligu frígerðingini av kvinnuni, kvinnur áður hava givið burtur alt sítt sosiala grundarlag fyri røkka.

Tá hetta er sagt, síggi eg ongan vanda fyri hesari glíðubreytini, Jenis tosar um. Vit hava absolutt ongar umstøður til umfatandi prostitutión í Føroyum. Okkara tøttu og sterku sosialu siðvenjur fara altíð at vera ein forðing fyri, at nakar torir at velja eitt slíkt yrki í reinum ótta fyri sanktionering. Eg haldi heldur, at Jenis átti at hugt eftir veruligu trupulleikunum - eitt nú kynsligum ágangi.