Veðrið hevur verið ringt – og onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Løgreglan sigur, at tað hevur lítið fólk verið at sæð í býnum í nátt. Í slíkum veðri, sum er nú, halda fólk seg innandura, og tá ið skeinkistøðini lata aftur, fara tey beint til hús. Og tað sæst aftur í arbeiðsbyrðuni hjá løgregluni, tí tað er ofta, tá ið fólk gonur á gøtuni og melur, at illstøður og trupulleikar taka seg upp.
- Í nátt hevur ikki verið nógv at gera, sigur løgreglan í morgun.
Kortini kannar løgreglan eitt mál um harðskap. Ein maður gav eini kvinnu framman á í miðbýnum í Havn. Løgreglan sigur, at nøkur vitni vóru til hendingina og tey skulu nú avhoyrast fyri at fáa greiðu á umstøðunum.
Kvinnan fekk ikki sjónligan skaða, men løgreglan viðgerð tað sum eitt harðskapsmál.
Ein maður varð so ólátaður uttanfyri eitt skeinkistað, at løgreglan mátti eftir honum. Hann var so mikið ávirkaður, at duravørarnir vildu ikki lata hann sleppa inn. Tá ið hann ikki slapp inn varð hann ístaðin ógvuliga ólátaður við fólk, sum gingu uttanfyri. Løgreglan varð boðsend, men maðurin vildi ikki sissa seg og tí fór løgreglan við honum og setti hann í varðhaldið í Klaksvík.
Í Sandoy fór ein bilur útav á Sandi tíðliga í nátt, men løgreglan sgur, at ongin fólkaskaði var - og rúsdrekka var heldur ikki uppi í.