Sløkkiliðið bjargaði eini likku

Tað er ikki bara Sea Shepherd í Føroyum, sum hugsar um skaddar másar og likkur. Tí í síðstu viku ringdi ein kona úr Havn til Djóraverndarfelagið um eina likku, sum hekk føst á eini tekju

Tað er ikki bara Sea Shepherd í Føroyum, sum hugsar um skaddar másar og likkur. Tí í síðstu viku ringdi ein kona úr Havn til Djóraverndarfelagið um eina likku, sum hekk føst á eini tekju. Hon hevði eitt band bundið um annað beinið, og tað var komið fast í okkurt á tekjuni. Likkan hevði stríðst við at sleppa leys í nærum eitt døgn.

 

– Vit ringdu til Sløkkiliðið, og har var hjálp at heinta. Ein maður fekk likkuna leysa, hon bleiv kannað og mett at klára seg, so hon varð slept leys og fleyg glað avstað, skrivar Djóraverndarfelagið á Facebook.

 

– Vit hava sæð likkuna aftur, og hon klárar seg væl, skrivar Djóraverndarfelagið.

 

Sløkkiliðsmaðurin, Hans Dávid Hansen, sum bjargaði likkuni sigur á Facebook, at tað var eitt bregd (dobbelt halvstik), sum likkan hevði um beinið. Hann heldur tað neyvan vera av tilvild, at, at bandið var har.

 

– Ikki er tað hugaligt, at slíkt verður gjørt, skrivar Hans Dávid Hansen.

 

Djóraverndarfelagið takkar konuni, ið fráboðaði tilburðin, og eisini Sløkkiliðnum fyri skjóta og góða hjálp.

 

 

Síggið fleiri myndir niðanfyri: