– Takk fyri trúgva tænastu, Edvard.
Hetta skrivar Tórshavnar Sløkkilið á Facebook í dag, nú Edvard Kjeld gevst í starvi aftaná skjótt 28 ár. Hann hevur fingið blómutyssi frá sløkkiliðnum, sum sæst á myndini her.
– Edvard Kjeld byrjaði hjá Tórshavnar sløkkiliði í desember 1993. Hann hevur nú tikið avgerð at takka fyri seg eftir skjótt 28 ár í trúgvari tænastu sum sløkkiliðsmaður í Tórshavnar kommunu, skrivar Tórshavnar sløkkilið á Facebooksíðu síni.
– Vit takka Edvard fyri hesi 28 árini og ynskja honum og familjunu alt tað besta í tíðini, sum kemur, sigur Sløkkiliðið.