Slovenia á vitjan á Svangaskarði

Føroyska A-landsliðið skal í kvøld spæla móti Slovenia á Svangaskarði. Veðurfrásøgn lovar at tað slítur í um 17 tíðina í kvøld. Fyri ellivu árum síðani var Slovenia á vitjan á Svangaskarði. Teir ætlaðu sær øll trý stigini, men í seinastu minuttinum megnaðu vit at skora tvey mál og harvið fáa javnleik. Serliga er tað frísparkið hjá Øssuri Hansen, ið stendur eftir sum serligt minni fyri tey, sum ikki vóru farin av Svangaskarði ov tíðliga. Einastu nøvnini, ið ganga aftur frá dystinum fyri ellivu árum síðani, eru Jákup Mikkelsen, sum stóð í mál, og Fróði Benjaminsen, sum sat á bonkinum allan dystin.

 

Norska verðurstovan yr.no lovar at tað fer at slíta í kring landið um 17 tíðina, og vindurin verður um 6-8 metrar um sekundi.

 

Brot frá dystinum í 2000 liggja á Youtube.

 

Fyrri hálvleikur sæst HER

 

Seinni hálvleikur sæst HER (Bæði føroysku málini)

 

Føroyska liðið til tann dystin var:

 

Jákup Mikkelsen ? Óli Jóhannesen, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen, Hans Fróði Hansen, Sámal Joensen, Uni Arge, Julian Johnsson, Allan Mørkøre, Todi Jónsson(Kurt Mørkøre, 57) og John Petersen(Jóhannis Joensen, 80).

 

Á Bonkinum:

 

Henning Janskor, Johan B. Hansen, Jens Martin Kundsen, Fróði Benjaminsen og Rógvi Jacobsen.

 

Venjari:

 

Allan Simonsen