Tíðliga gjáramorgun legði stóra ferðamannaskipið Saga Pearl II at bryggju á Tvøroyri, og skjótt sóust ferðafólkini í býarmyndini.
Tey, ið ikki høvdu valt at fara eina bussferð, fóru annaðhvørt sjálvi ein túr í býin ella á onkra aðra skipaða ferð við ferðaleiðara.
Mia Cameron, ið er “port agent” hjá Tor Shipping, hevði borið so í bandi, at umboð fyri Tvøroyrar kommunu sluppu umborð at heilsa upp á skiparan og handa honum eina gávu.
- Klokkan 11.30 stundsliga varð tikið ímóti okkum. Fyri Tvøroyrar kommunu luttóku Anita Vibergsdóttir, forkvinna í mentanardeildini hjá kommununi, Póla Strøm, leiðari á Kunningarstovuni og Jón Bogi Guttesen, havnarmeistari.
Umboðini fyri Tvøroyrar kommunu siga, at tá tey komu umborð, tók ein sera fryntligur harri av Filipsoyggjunum ímóti teimum.
- Vit vórðu víst inn í eina snotiliga uppihaldsstovu, og eftir stutta løtu kom skiparin, Alistair McLundi, og tók ímóti okkum. Skiparin er úr Skotlandi og ein sera hugnaligur maður at práta við.
Umboðini fyri kommununa siga, at skiparin tosaði um, at Trongisvágsfjørður er ein sera góður fjørður til ferðamannaskip. Her er pláss hjá skipinum at arbeiða, og tað er nakað, ið teimum á brúnni dáma væl.
- Anita helt eina stutta talu og bjóðaði gestunum vælkomnum. Hon handaði eisini skiparanum eina gávu, ið Vígdis Sigmundsdóttir hevði gjørt. Tað var eitt sera snotiligt pappírsklipp, ið avmyndaði Froðba.
Sambært umboðunum hjá Tvøroyrar kommunu var skiparin sera glaður fyri gávuna og segði, at hon skuldi hanga inn í kamarinum hjá sær umborð.
- Anita og Jón Bogi fingu hvør sín minnisskjøldur frá skiparanum, sum minni um vitjanina. Eftir hettar var boðið til eina stutta rundvísing umborð, veit Tvøroyrar kommuna at siga í dag.